YouVersion Logo
Search Icon

Zakarja 5

5
Sætta sjón: Hin fljúgvandi bókrullan; bølbiðing yvir syndarar
1Eg hevjaði aftur eyguni og sí: Ein fljúgvandi bókrulla. 2Og hann segði við meg: «Hvat sært tú?» Eg svaraði: «Eg síggi fljúgvandi bókrullu, tjúgu alna langa og tíggju alna breiða.» 3Tá segði hann við meg: «Hatta er illbiðingin, sum fer út um alt landið; tí at hvør tjóvur og allir, ið gera rangan eið í mínum navni, hava nú nóg leingi sloppið undan revsing. 4Eg havi latið hana avstað, sigur Harri herliðanna, til tess at hon skal koma inn í hús tjóvsins og inn í húsið hjá honum, ið ger rangan eið í mínum navni, og verða verandi inni í húsum teirra og oyða bæði træverk og grótveggir teirra.»
Sjeynda sjón: Konan í efuni. Bábel verður fyri ógævu
5Og eingilin, sum talaði við meg, kom fram og segði við meg: «Hav upp eygu tíni og síggj, hvat hatta er, sum kemur fram har.» 6Tá spurdi eg: «Hvat er hatta?» Hann svaraði: «Hatta er efan, ið út gongur.» Og hann segði framvegis: «Hatta eru misgerðir teirra í øllum landinum.» 7Tá varð blýlokið alt í einum avlyft og sí: Niðri í efuni sat kona ein. 8Og hann segði: «Hetta er gudloysið!» og trýsti hana djúpt niður í efuna og legði blýlokið væl aftur yvir. 9Síðan hevði eg upp eygu míni, leit meg um og sí, tvær konur komu bornar av vindinum og við veingjum eins og storkaveingjum; tær hevjaðu efuna upp millum heims og himins. 10Tá spurdi eg eingilin, sum talaði við meg: «Hvar fara tær við efuni?» 11Hann svaraði mær: «Tær fara at reisa henni hús í Sinears landi, og tá ið tað er uppkomið, seta tær hana á stað hennara.»

Currently Selected:

Zakarja 5: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in