Zakarja 4
4
Fimta sjón: Ljósastaki og tvey oljutrø; Harrin ræður, og Jósva og Zerubbábel eru stjórnarmenn hans. Templið fullgjørt
1Eingilin, sum talað hevði við meg, vakti meg nú aftur, eins og tá ið maður verður vaktur úr svøvni, 2og spurdi meg: «Hvat sært tú?» Eg svaraði: «Eg síggi ljósastaka, sum allur er av gulli, ovast á honum oljuskál og á henni sjey lampur og sjey pípur til hvørja lampu, 3somuleiðis tvey oljutrø, annað høgrumegin og annað vinstrumegin skálina.» 4Tá tók eg til máls og spurdi eingilin, sum talað hevði við meg: «Hvat merkir hetta, Harri mín?» 5Eingilin, sum við meg talaði, svaraði og segði við meg: «Veitst tú ikki, hvat hetta merkir?» Eg svaraði: «Nei, Harri mín.»
6aTá tók hann til máls og segði: 10b«Hesar sjey lampurnar eru Harrans eygu, sum líta út yvir alla jørðina.» 11Eg mælti og spurdi hann: «Hvat merkja hesi bæði oljutrøini, sum standa hvørt sínumegin ljósastakan?» 12Og eg tók aftur til máls og spurdi hann: «Hvat merkja hesar báðar oljuviðargreinarnar, sum ígjøgnum báðar gullpípurnar lata ta gyltu oljuna streyma frá sær í oljuskálina?» 13Hann svaraði og segði: «Veitst tú ikki, hvat hatta merkir?» Eg svaraði: «Nei, Harri mín.» 14Tá segði hann: «Hesir eru teir báðir oljusalvaðu, ið standa frammi fyri Harra alrar jarðar.» 6bHetta eru orð Harrans til Zerubbábel: Ikki við valdi og ikki við kraft, men við mínum anda, sigur Harri herliðanna. 7Hvør ert tú, mikla fjall? Slætti skalt tú verða fyri Zerubbábeli. Hann skal leggja upp mønusteinin, meðan rópini gella: Náði, náði verði honum fyri!
8Orð Harrans kom til mín soljóðandi: 9Zerubbábels hendur hava grundað fyri hesum húsi, hendur hans skulu eisini fullgera tað; og tú skalt sanna, at Harri herliðanna hevur sent meg til tykkara. 10aTí at øll tey, sum vanmettu hesa lítilsvirdu byrjan, skulu gleðast, tá ið tey síggja hin útvalda steinin í hond Zerubbábels.
Currently Selected:
Zakarja 4: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society