YouVersion Logo
Search Icon

Zakarja 11

11
Eymkan um falnar hetjur
1Libanon, lat upp tíni lið, so at eldur fær oytt tíni sedristrø. 2Vena teg, sypristræ, tí at fallið er sedristræið, sorlað liggja hini vegligu trø! Venið tykkum, tit Básjans eikir, tí at jarðlagdur liggur hin friðaði skógur! 3Hoyr, hvussu hirðarnir vena seg, tí at hagi teirra er oyddur! Hoyr, hvussu ungljónið ýlir, tí at týndur er stoltleiki Jórdans!
Hin góði og hin ringi hirðin
4So segði Harrin, Guð mín: Røkta skurðseyðin, 5tí at keyparar teirra slátra hann uttan at bøta afturfyri, og seljarar teirra siga: «Lovaður veri Harrin, tí at nú eri eg vorðin ríkur.» Og hirðarnir várkunna teimum ikki. 6Tí at nú vil eg ikki longur eira íbúgvum landsins, sigur Harrin, men gevi hvønn teirra upp í hendurnar á hirða sínum og upp í hendurnar á kongi sínum; teir skulu oyða landið, og eg man ongan frelsa undan valdi teirra. 7Tá tók eg at røkta skurðseyðin fyri seyðakeypararnar og fekk mær tveir stavir; annan nevndi eg «yndisleika» og annan «sameining» og røktaði síðan seyðin. 8Eftir einum mánaði beindi eg fyri trimum hirðum – tá leiddist mær við teir, og eisini teir fingu ótokka til mín. 9Tá segði eg: «Doyggi tað, sum doyggja má, og farist tað, sum farast má, og tað, sum tá verður eftir, eti hvørt annað upp!» 10Síðan tók eg stavin, sum nevndist «yndisleiki», og breyt hann sundur til tess at slíta tann sáttmála, sum eg hevði gjørt við allar tjóðir, 11og sama dagin varð hann slitin. Tá skiltu seyðakeypararnir, sum eygleiddu meg, at tað var orð Harrans. 12Eg segði tá við teir: «Um tað hóvar tykkum, tá gevið mær løn mína; men vilja tit ikki, tá latið tað vera;» tá vógu teir av silvuri tríati siklar sum løn mína. 13Men Harrin segði við meg: «Kasta tað í fæhirðsluna, hatta dýra virðið, sum tú varðst mettur til av teimum!» Tá tók eg teir tríati silvursiklarnar og kastaði teir í fæhirðsluna í húsi Harrans. 14Síðan breyt eg sundur hin stavin, «Sameining», til tess at slíta brøðralagið millum Júda og Ísraels. 15Harrin segði nú við meg: Búgv teg aftur út, men hesa ferð sum óvættishirði; 16tí sí, eg ætli at lata hirða rísa upp í landinum, sum ikki leggur í tað, sum farist hevur, og ikki leitar eftir tí, sum vilst er, sum ikki grøðir tað limaløstaða og ikki gevur tí svanga at eta, men heldur etur kjøtið av teimum feitu djórunum og skræðir kleyvarnar av teimum. 17Vei, hinum ónýta hirða, sum gevur fylgið yvir! Svørð móti armi hans og móti hans høgra eyga; armur hans skal allur følna og høgra eyga hans verða starblint!

Currently Selected:

Zakarja 11: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in