YouVersion Logo
Search Icon

Zakarja 12

12
Jerúsalem atsøkt, men stendur við Harrans hjálp
1Spádómur. Orð Harrans um Ísrael; tað ljóðar frá Harranum, sum tandi út himinin, grundvallaði jørðina og myndaði andan í brósti mansins. 2Sí, eg geri Jerúsalem at ørvitissteypi fyri allar tjóðirnar kring hana; eisini Júda skal vera við at kringseta Jerúsalem. 3Á tí degi geri eg Jerúsalem at havi fyri allar tjóðir; hvør, ið roynir at lyfta tí, skal meiðsla seg til blóðs, og allar jarðarinnar tjóðir skulu savna seg ímóti henni. 4Á tí degi, sigur Harrin, loypi eg skelk á allar hestar og taki vitið frá reiðmonnunum. Á Júda húsi lati eg eyguni upp, men slái heidningarnar blindar. 5Tá munnu ættarhøvdingar Júda hugsa við sær: «Íbúgvar Jerúsalems hava styrki sína í Harra herliðanna, Guði sínum!» 6Á tí degi geri eg ættarhøvdingar Júda eins og glóðarker í viðarúgvuni, eins og brennandi kyndil í bundum; og tey skulu oyða frá sær í allar ættir og brenna heidningarnar upp. Men Jerúsalem skal verða standandi á sínum staði sum áður. 7Fyrst man Harrin veita Júda tjøldum hjálp, so at ikki hús Dávids og íbúgvar Jerúsalems í navnfremi skulu bera av Júda. 8Á tí degi skal Harrin halda sín verndarskjøldur yvir íbúgvum Jerúsalems; hin máttminsti teirra skal á tí degi vera sum Dávid sjálvur og Dávids hús eins og Guð, eins og eingil Harrans á odda teirra. 9Á tí degi, tá ið eg fari undir at týna allar heidningatjóðir, ið herja á Jerúsalem,
Sorg í Jerúsalem yvir ein, sum myrdur er
10tá helli eg út yvir hús Dávids og yvir íbúgvar Jerúsalems náðar- og bønaranda, so at tey líta til hansara, sum teir hava gjøgnumgatað og harma hann eins og lívlát einkarbarnsins og syrgja hann, eins og frumgitni sonurin verður syrgdur. 11Á tí degi verður mikil harmgrátur í Jerúsalem eins og harmgrátur Hádad-Rimons í Megiddo-dali. 12Alt landið man syrgja, hvør kyntáttur fyri seg, kyntáttur Dávids ættar fyri seg og konur teirra fyri seg; kyntáttur Nátans ættar fyri seg og konur teirra fyri seg; 13kyntáttur Levi ættar fyri seg og konur teirra fyri seg; kyntáttur Sjimeita fyri seg og konur teirra fyri seg; 14allir teir kyntættir, ið eftir eru, hvør fyri seg og konur teirra fyri seg.

Currently Selected:

Zakarja 12: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in