YouVersion Logo
Search Icon

Zakarja 10

10
Guð eina veitir signing – hjágudar hjálpa einki
1Biðið Harran um regn; hann gevur várregn og heystregn; hann veitir monnum og markarinnar urtum toruveður við glopraregni. 2Men tala húsgudanna er svik, og lygnir skoða spásagnarmenninir, dreymarnir siga frá ongum, og fánýt er uggan teirra; tessvegna reika tey um eins og fylgi, neyðstødd, av tí at eingin er hirðin.
Harrin førir fólkið heim og sigrar. Fall heimsveldisins
3Móti hirðunum brennur mín vreiði; eg heimsøki oddaseyðirnar; tí at Harri herliðanna vitjar sítt fylgi, Júdaætt, og ger teir glæsiligar eins og gangara í stríði. 4Frá honum kemur hornsteinur og tjaldhælur, frá honum kemur stríðsbogin, og frá honum kemur hvør ein herhøvdingi. 5Allir verða teir menn, sum í bardaga traðka niður hetjur eins og skarn á gøtum; dirvisliga munnu teir berjast, tí at Harrin við teimum er; men til skammar verða teir, sum á hestum ríða. 6Eg dirvi Júdahús og veiti Jósefs húsi frelsu; í miskunn míni eg føri teir heim aftur, so at teir verða, eins og teir ongantíð høvdu verið burturriknir; tí at eg eri Harrin, Guð teirra, og bønhoyri teir. 7Tá verða Efraims menn hetjum líkir; hjørtu teirra gleðast eins og av víni, synir teirra skulu síggja tað og gleðast; hjørtu teirra fegnast í Harranum. 8Eg bríksli á teir og savni teir saman, tí at eg loysi teir út, og teir skulu aftur verða fjølmentir sum í forðum. 9Eg sáddi teir út millum tjóðanna; men í fjarlegdini mintust teir til mín og aldu har børn til tess at koma heim aftur. 10Eg flyti tey heim aftur úr Egyptalandi og savni tey úr Assurs landi, eg leiði tey inn í Gileads land og inn á Libanon; men ikki munnu teir rúmast har. 11Teir fara gjøgnum trongdarinnar hav; hann leggur niður sjógv fyri teimum; allir Níláarstreymar torna upp; lúta má dramblæti Assurs, Egyptalands kongsstavur dvína. 12Men teir styrki eg í Harranum; í navni hansara skulu teir ganga, sigur Harrin.

Currently Selected:

Zakarja 10: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in