Jóhannesar opinbering 21
21
Hin nýggi heimurin
1Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til. 2Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum. 3Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: «Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum. 4Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.» 5Og tann, sum í hásætinum sat, segði: «Sí, eg geri allur lutir nýggjar!» Og hann sigur: «Skriva! Tí at hesi orð eru trúgv og sonn.» 6Og hann segði við meg: «Tað er hent. Eg eri Alfa og Omega, upphavið og endin. Eg skal geva tí, sum tystur er, av keldu lívsvatnsins fyri einki. 7Tann, sum sigrar, skal arva hetta, og eg skal vera Guð hansara, og hann skal vera sonur mín. 8Men hinir ræddu og ótrúgvu og andstyggiligu og manndráparar og horkallar og gandakallar og skurðgudadýrkarar og allir lygnarar, lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli, tað er hin annar deyðin.»
Hitt nýggja Jerúsalem
9Og ein av hinum sjey einglunum, sum hildu á hinum sjey skálunum, sum vóru fullar av hinum sjey síðstu plágunum, kom til mín og talaði við meg og segði: «Kom higar, eg skal vísa tær brúðrina, vív lambsins!» 10Og hann flutti meg í anda niðan á stórt og høgt fjall, og hann vísti mær staðin heilaga, Jerúsalem, sum steig niður av himni frá Guði, 11og hevði dýrd Guðs; ljómi hansara var líkur dýrasta steini, sum krystalskærur jaspissteinur. 12Hann hevði stóran og høgan múr, og hevði tólv portur, og við portrini tólv einglar, og nøvn skrivað á, sum eru nøvnini á hinum tólv ættargreinum Ísraelssona: 13móti eystri trý portur, og móti norðri trý portur, og móti suðri trý portur, og móti vestri trý portur. 14Og múrurin um staðin hevði tólv grundarsteinar, og á teimum tólv nøvn teirra tólv ápostla lambsins. 15Og tann, sum talaði við meg, hevði eitt mát, ein gullstav, til at mála staðin við og portur hansara og múr hansara. 16Og staðurin liggur í fýrhyrningi, og longdin á honum er javnstór við breiddina. Og hann máldi staðin við stavinum, tólv túsund stádiur; longd og breidd og hædd hansara eru javnar. 17Og hann máldi múrin um hann, hundrað og fýrati og fýra alin, eftir mannamáti, sum er einglamát. 18Og tilfarið í múrinum um hann var jaspis, og staðurin var reint gull, sum líknaði skærum glari. 19Grundarsteinarnir í staðarmúrinum vóru prýddir við alskyns gimsteinum. Fyrsti grundarsteinurin var jaspis, annar safir, triði kalsedon, fjórði smaragd, 20fimti sardonyks, sætti sardis, sjeyndi krýsolit, áttandi beryll, níggjundi topas, tíggjundi krýsopras, ellivti hýasint, tólvti ametýst. 21Og hini tólv portrini vóru tólv perlur, og hvørt portrið fyri seg var úr einari perlu; og gøtan í staðinum var reint gull, sum skyggið glar. 22Og tempul sá eg ikki í honum; tí at Harrin Guð hin alvaldi, er tempul hansara, og lambið. 23Og staðinum tørvar heldur ikki sól ella mána til at lýsa hjá sær; tí at dýrd Guðs skínur á hann, og lambið er lampa hansara. 24Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðarinnar bera dýrd sína til hansara. 25Og portur hansara skulu onga tíð verða latin aftur um dagin, tí at nátt skal ikki verða har. 26Og menn skulu bera dýrd og æru fólkaslaganna til hansara. 27Og als einki óreint skal koma inn í hann, ei heldur tann, sum fremur andstygd ella fer við lygn; eina teir, sum skrivaðir eru í lívsins bók lambsins.
Currently Selected:
Jóhannesar opinbering 21: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society