Bible App logo
Search Icon

Jóhannesar opinbering 22

22
Lívsins á og lívsins træ
1Og hann vísti mær á við lívsins vatni, skínandi sum krystal, og hon rann frá hásæti Guðs og lambsins. 2Mitt á gøtuni í staðinum og hvørjumegin ánna var lívsins træ, sum bar tólv ferðir ávøkst og hvønn mánað gav ávøkst sín; og bløðini á træinum vóru til lekidóms hjá fólkasløgunum. 3Og eingin bannseting skal longur vera til, og hásæti Guðs og lambsins skal vera í honum, og tænarar hansara skulu tæna honum. 4Og teir skulu síggja ásjón hansara, og navn hansara skal vera á ennum teirra. 5Og nátt skal ikki longur vera til, og teimum tørvar ikki lampuljós ella sólarljós, tí at Harrin Guð skínur á teir, og teir skulu ráða um aldur og allar ævir.
Orð til endans
6Og hann segði við meg: «Hesi orð eru álítandi og sonn; og Harrin, Guð anda profetanna, sendi eingil sín til at sýna tænarum sínum tað, sum brátt skal henda. 7Sí, eg komi skjótt! Sælur er tann, sum varðveitir orð profetadómsins í hesi bók!» 8Og eg, Jóhannes, eri tann, sum sá og hoyrdi hetta. Og tá ið eg hevði hoyrt og sæð tað, fell eg niður til at tilbiðja fyri fótum eingilsins, sum sýndi mær hetta. 9Og hann sigur við meg: «Ger tað ikki! Eg eri samtænari tín og brøðra tína, profetanna, og teirra, sum varðveita orðini í hesi bók. Tilbið Guð!» 10Og hann sigur við meg: «Innsigla ikki orð profetadómsins í hesi bók, tí at tíðin er í nánd. 11Tann, sum ger órætt, haldi fram við at gera órætt, og hin óreini haldi fram við óreinsku síni, og hin rættvísi haldi fram við rættferð síni, og hin heilagi haldi fram við halgan síni! 12Sí, eg komi skjótt, og løn mína havi eg við mær til at gjalda einum og hvørjum, sum gerningur hansara er. 13Eg eri Alfa og Omega, hin fyrsti og hin síðsti, upphavið og endin. 14Sælir eru teir, sum tváa skikkjur sínar, so at teir mega fáa atgongd at lívsins træi og mega ganga inn um portrini inn í staðin. 15Fyri uttan eru hundarnir og gandakallarnir og horkallarnir og manndrápararnir og skurðgudadýrkararnir og hvør tann, sum elskar og fer við lygn. 16Eg, Jesus, havi sent eingil mín til at vitna fyri tykkum hesar lutir um kirkjuliðini. Eg eri rótskot og ætt Dávids, hin bjarta stjørnan, morgunstjørnan. 17Og andin og brúðurin siga: «Kom!» Og tann, sum hoyrir, sigi: «Kom!» Og tann, sum tystur er, hann komi! Hvør, sum vil, hann taki lívsins vatn fyri einki!» 18Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir orð profetadómsins í hesi bók: leggur nakar nakað aftur at teimum, tá skal Guð leggja á hann tær plágur, sum skrivað er um í hesi bók. 19Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetadómsbók, tá skal Guð taka lut hansara burtur frá lívsins træi og frá hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók. 20Tann, sum hetta vitnar, sigur: «Ja, eg komi skjótt.» – Amen, kom, Harri Jesus! 21Náði Harrans Jesu veri við øllum!

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in