1
Jóhannesar opinbering 21:4
BÍBLIA
FB
Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.»
Compare
Explore Jóhannesar opinbering 21:4
2
Jóhannesar opinbering 21:5
Og tann, sum í hásætinum sat, segði: «Sí, eg geri allur lutir nýggjar!» Og hann sigur: «Skriva! Tí at hesi orð eru trúgv og sonn.»
Explore Jóhannesar opinbering 21:5
3
Jóhannesar opinbering 21:3
Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: «Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum.
Explore Jóhannesar opinbering 21:3
4
Jóhannesar opinbering 21:6
Og hann segði við meg: «Tað er hent. Eg eri Alfa og Omega, upphavið og endin. Eg skal geva tí, sum tystur er, av keldu lívsvatnsins fyri einki.
Explore Jóhannesar opinbering 21:6
5
Jóhannesar opinbering 21:7
Tann, sum sigrar, skal arva hetta, og eg skal vera Guð hansara, og hann skal vera sonur mín.
Explore Jóhannesar opinbering 21:7
6
Jóhannesar opinbering 21:8
Men hinir ræddu og ótrúgvu og andstyggiligu og manndráparar og horkallar og gandakallar og skurðgudadýrkarar og allir lygnarar, lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli, tað er hin annar deyðin.»
Explore Jóhannesar opinbering 21:8
7
Jóhannesar opinbering 21:1
Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til.
Explore Jóhannesar opinbering 21:1
8
Jóhannesar opinbering 21:2
Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum.
Explore Jóhannesar opinbering 21:2
9
Jóhannesar opinbering 21:23-24
Og staðinum tørvar heldur ikki sól ella mána til at lýsa hjá sær; tí at dýrd Guðs skínur á hann, og lambið er lampa hansara. Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðarinnar bera dýrd sína til hansara.
Explore Jóhannesar opinbering 21:23-24