Jóhannesar opinbering 17
17
Skøkjan á skarlaksreyðum djóri
1Og ein av hinum sjey einglunum, sum hildu á hinum sjey skálunum, kom og talaði við meg og segði: «Kom higar, og eg skal sýna tær dómin yvir hina stóru skøkjuna, sum situr yvir mongum vøtnum, 2sum kongar jarðarinnar hava horast við, og teir, sum á jørðini búgva, vórðu druknir av hordómsvíni hennara.» 3Og hann førdi meg í anda út í oyðimørk, og eg sá kvinnu sita á skarlaksreyðum djóri, alsettum við spottanar-nøvnum, tað hevði sjey høvd og tíggju horn. 4Og kvinnan var klædd í purpuri og skarlaki og var skrýdd við gulli og gimsteinum og perlum; hon hevði í hondini gullbikar, fult av andstygdum og óreinskum hordóms hennara. 5Og á enni hennara var skrivað navn, ein loyndardómur: «Bábylon hin mikla, móðir at skøkjum og andstygdum á jørðini.» 6Og eg sá kvinnuna drukna av blóði teirra heilagu og av blóði Jesu vitna, og eg undraðist stórliga, tá ið eg sá hana.
Loyndardómurin við kvinnuni og djórinum
7Og eingilin segði við meg: «Hví undraðist tú? Eg skal siga tær loyndardómin við kvinnuni og við djórinum, sum hana ber og sum hevur hini sjey høvdini og hini tíggju hornini: 8Djórið, sum tú sást, var og er ikki, og tað skal stíga upp úr avgrundini og fara burtur til glatanar; og teir, sum á jørðini búgva, sum ikki hava nøvn síni skrivað í lívsins bók, frá tí at heimurin varð grundaður, skulu undrast, tá ið teir síggja djórið, at tað var, og er ikki, og skal koma. 9Her ræður um skynsemi, sum hevur vísdóm. Hini sjey høvdini eru sjey fjøll, sum kvinnan situr á; 10og tey eru sjey kongar. Fimm eru falnir, ein er nú uppi, hin er enn ikki komin; og tá ið hann kemur, eigur hann at halda stutt við. 11Og djórið, sum var og er ikki, er bæði sjálvt hin áttandi og er av teimum sjey og fer burtur til glatanar. 12Og hini tíggju hornini, sum tú sást, eru tíggju kongar, sum enn ikki hava tikið við kongadømi; men teir fáa vald sum kongar ein tíma saman við djórinum. 13Hesir hava allir eitt í huga, og mátt sín og vald sítt geva teir djórinum. 14Hesir skulu stríða móti lambinum, og lambið skal vinna á teimum, – tí at tað er drottur drotta og kongur konga – og teir, sum eru við tí, hinir kallaðu og útvaldu og trúgvu.» 15Og hann sigur við meg: «Vøtnini, sum tú sást, har sum skøkjan situr, eru tjóðir og flokkar og fólkasløg og tungumál. 16Og hini tíggju hornini, sum tú sást, og djórið, hesi skulu hata skøkjuna og gera hana oydna og nakna og eta kjøt hennara, og tey skulu brenna hana í eldi. 17Tí at Guð hevur givið teimum í hjarta at fullføra ráð sítt og fullføra hitt eina og sama ráðið og geva djórinum ríki teirra, inntil orð Guðs eru framd. 18Og kvinnan, sum tú sást, er hin mikli staðurin, sum hevur kongavald yvir kongum jarðarinnar.»
Currently Selected:
Jóhannesar opinbering 17: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society