Jóhannesar opinbering 18
18
Fall Bábelborgar
1Eftir hetta sá eg annan eingil stíga oman av himni; hann hevði stórt vald, og jørðin skygdi av dýrd hansara. 2Og hann rópaði við sterkari reyst og segði: «Fallin er, fallin er Bábylon hin mikla, og hon er vorðin bústaður hjá illum andum, og fongsil hjá alskyns óreinum andum, og fongsil hjá alskyns óreinum og andstyggum fuglum; 3tí at av vreiði-víni hordóms hennara hava øll fólkasløgini drukkið, og kongar jarðarinnar hava horast við henni, og keypmenn jarðarinnar ríkaðust upp av nøgd ólevnaðs hennara.» 4Og eg hoyrdi aðra reyst av himni, sum segði: «Gangið út, fólk mítt, frá henni, so at tit ongan lut hava í syndum hennara, og so at tit ikki verða rakt av plágum hennara; 5tí at syndir hennara rúgva líka upp til himmalin, og Guð hevur minst til ógerðir hennara. 6Gjaldið henni, eins og hon hevur goldið, og lønið henni tvífalt aftur eftir gerningum hennara; skeinkið henni tvífalt í bikarið, sum hon hevur skonkt! 7So mikið sum hon dýrmetti seg sjálva og livdi í ólevnaði, so mikið skulu tit geva henni av pínslu og sorg! Tí at hon sigur í hjarta sínum: «Eg siti sum drotning og eri ikki einkja, og sorg skal eg als ikki fáa at síggja.» 8Tí skulu plágur hennara koma á einum degi: deyði og sorg og hungur, og í eldi skal hon verða uppbrend; tí at veldigur er Harrin Guð, sum hana dømdi.
Hin stóra gremjan
9Og gráta um hana og ýla um hana skulu kongar jarðarinnar, sum horaðust við henni og livdu í ólevnaði við henni, tá ið teir síggja roykin av brennu hennara, 10meðan teir standa langt burturi frá av ótta fyri pínslu hennara og siga: «Vei, vei, staðurin mikli, Bábylon, staðurin sterki; tí at á einum tíma er dómur tín komin!» 11Og keypmenn jarðarinnar gráta og syrgja um hana, tí at eingin keypir nú longur vørur teirra, 12vørur av gulli og silvuri og gimsteinum og perlum og dýrabarum líni og purpuri og silki og skarlaki, og alskyns angandi við og alskyns ílát av fílabeini og alskyns ílát av dýrasta viði og kopari og jarni og marmori, 13og kanelbark og balsam og roykilsi og smyrsl og virak og vín og olju og fínt mjøl og hveiti og neyt og seyð og hestar og vagnar og trælir og mannasálir. 14Og ávøksturin, sum sál tín hevði hug á, er vikin burtur frá tær, og alt hitt feita og alt hitt glitrandi er horvið frá tær, og aldri skal nakar finna eitt sindur av tí longur. 15Teir, sum handla við hesum lutum, sum hava ríkað seg upp av henni, skulu standa langt burturi, av ótta fyri pínslu hennara, grátandi og harmandi, og siga: 16«Vei, vei, staðurin mikli, sum var klæddur í dýrum líni og purpuri, og lýsti av gulli og gimsteinum og perlum, tí at á einum tíma er so stórt eitt ríkidømi oytt.» 17Og allir stýrimenn og allir skiparar og allir sjómenn og allir teir, sum søkja sjógvin, stóðu langt burturi 18og rópaðu, tá ið teir sóu roykin av brennu hennara, og søgdu: «Hvør staður er javni við staðin mikla?» 19Og teir kastaðu mold í høvdini á sær og rópaðu grátandi og harmandi og søgdu: «Vei, vei, staðurin mikli, har sum allir teir, sum hava skip á sjónum, ríkaðu seg upp av skreyti hennara, tí at á einum tíma varð hon løgd í oyði!»
Gleði á himni
20Fegnast yvir henni, tú himin, og tit heilagu, og tit ápostlar, og tit profetar, tí at Guð hevur hildið dóm fyri tykkum yvir henni!»
Staðurin mikli oyðin
21Og ein veldigur eingil tók upp stein, sum stóran kvarnarstein, og kastaði hann í havið og segði: «Soleiðis skal í bræði Bábylon, staðurin mikli, verða kollvelt, og ikki verða longur at finna. 22Og ljóð av harpuleikarum og sangarum og floytuspælarum og lúðurblásarum skal ikki longur hoyrast í tær, og eingin listamaður í nøkrum listarverki skal longur finnast í tær, og ljóð av kvørn skal ikki longur hoyrast í tær. 23Og ljós av lampu skal ikki longur lýsa í tær, og mál á brúðgómi og brúður skal ikki longur hoyrast í tær; tí at keypmenn tínir vóru høvdingar jarðarinnar, av tí at øll fólkasløg vórðu villleidd av tølan tíni. 24Og í henni varð funnið blóð av profetum og heilagum og av øllum teimum, sum hava verið dripnir á jørðini.»
Currently Selected:
Jóhannesar opinbering 18: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society