Bible App logo
Search Icon

Jóhannesar opinbering 16

16
Guðs sjey vreiðiskálir
1Og eg hoyrdi harða rødd frá templinum siga við hinar sjey einglarnar: «Farið og hellið Guðs vreiði sjey skálir út yvir jørðina!» 2Og hin fyrsti fór og helti skál sína á jørðina; og tað komu frekir og ringir sullir á teir menn, sum høvdu merki djórsins og tilbóðu mynd tess. 3Og hin annar helti skál sína í havið, og tað varð blóð, sum blóð av deyðum manni, og ein og hvør livandi sál doyði, sum í havinum var. 4Og hin triði helti skál sína í áirnar og vatnskeldurnar, og tað varð blóð. 5Og eg hoyrdi eingil vatnanna siga: «Rættvísur ert tú, tú sum ert, og tú sum vart, tú hin heilagi, tí at tú hevur dømt soleiðis: 6tí at blóð av heilagum og profetum hava teir helt út, og tú hevur givið teimum blóð at drekka; teir eru tess verdir.» 7Og eg hoyrdi altarið siga: «Ja, Harrin Guð, tú alvaldi, sannir og rættvísir eru dómar tínir.» 8Og hin fjórði helti skál sína á sólina, og honum varð givið vald til at brenna menniskjuni í eldi. 9Og menniskjuni vórðu brend í stórum hita, og tey spottaðu navn Guðs, sum hevur valdið yvir hesum plágum; og tey vendu ikki um, so at tey góvu honum æru. 10Og hin fimti helti skál sína á hásæti djórsins; og tess kongaríki myrknaði, og tey bitu seg í tungurnar av pínslu, 11og tey spottaðu Guð himmalsins fyri pínslur sínar og fyri sullir sínar, og tey vendu ikki um frá gerningum sínum. 12Og hin sætti helti skál sína í ánna miklu, Evfrat; og vatnið í henni tornaði upp, fyri at vegur skuldi verða greiddur fyri kongunum, sum koma frá sólarrenningini. 13Og eg sá koma út úr munni drekans og út úr munni djórsins og út úr munni svikaprofetsins tríggjar óreinar andar, eins og paddur; 14tí at teir eru djevlaandar, sum gera tekin, og teir fara út til kongarnar í øllum mannaheiminum til at savna teir saman til bardagan á hinum mikla degi Guðs hins alvalda. 15Sí, eg komi eins og tjóvur; sælur er tann, sum vakir og varðveitir klæði síni, so at hann ikki skal ganga nakin, og tey skulu síggja skomm hansara! – 16Og teir savnaðu teir saman á tann staðin, sum á hebráiskum kallast Harmageddon. 17Og hin sjeyndi helti skál sína í luftina, og hørð rødd kom út úr templinum, frá hásætinum og segði: «Tað er gjørt!» 18Og tað komu snarljós og røddir og torusláttir, og tað kom mikil landskjálvti, slíkur sum ikki hevur verið, frá tí maður varð til á jørðini, tílíkur landskjálvti, so mikil. 19Og staðurin mikli fór í tríggjar lutir, og staðirnir hjá fólkasløgunum fullu. Og minst varð til Bábylon hina miklu hjá Guði at geva henni bikarið við grimdarvreiði-víni sínum. 20Og hvør ein oyggj hvarv, og fjøll vóru ikki longur til. 21Og stórur heglingur, sum sentnaratungur, fell niður av himni á menniskjuna, og menniskjan spottaði Guð fyri heglingspláguna, tí at ógvuliga stór var plágan av honum.

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in