YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 98

98
Ein sálmur.
1Syngið fyri Harranum nýggjan song, tí at hann hevur undurverk gjørt; hans høgra hond hevur vunnið honum sigur og heilagi armur hans. 2Harrin hevur kunngjørt frelsu sína, fyri heidna manna eygum lýst rættvísi sína. 3Hann hevði í minni góðsku sína, trúfesti sína móti Ísraels ætt. Hin víða verøld hevur skoðað ta frelsu, sum Guð vár givið hevur. 4Glym fyri Harranum jarðarríkið alt, rópa fagnaðarróp og syng! 5Leikið fyri Harranum við hørpum, við hørpum og ljóði av songi! 6Latið dynja lúðrar og horn, latið dynja fyri ásjón kongsins! 7Havið bróti alt, sum tað er, jørðin fegnist og íbúgvar hennar! 8Áirnar klappi lov í lógvar, fegnist fjøllini øll 9fyri ásjón Harrans, tí at hann kemur, hann kemur jarðarríkið at døma! Hann jørðina í rættvísi dømir og fólkasløgini við rætti sínum.

Currently Selected:

Sálmarnir 98: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in