Sálmarnir 99
99
1Harrin tók kongavald. Fólkini biva. Á kerúbum hann situr; jarðarríki riðar. 2Harrin í Zion vegligur er, hátt yvir øllum fólkum hann stendur. 3Tey prísa hans navni, ið er øgiligt og mikið. Hann heilagur er. 4Tú kongur ert, ið rættferð elskar, rættvísi heldur tú uppi, rætt og skjal tú í Jákupi hevur gjørt. 5Hálovið Harranum, Guði várum, nígið niður fyri fótskør hans! Hann heilagur er. 6Móses og Áron eru millum hans presta, Sámuel millum teirra, ið ákalla hans navn. Teir kalla á Harran, og hann teir bønhoyrir. 7Í skýstólpanum hann til teirra talar, ið boðorð hans halda og ta lóg, hann teimum gav. Hann heilagur er. 8Harri, vár Guð, tú teir bønhoyrir, ein fyrigevandi Guð ert tú teimum vorðin, ið várkunnar teimum tað, sum teir gjørdu. 9Hálovið Harranum, Guði várum, nígið fyri hans heilaga fjalli! Tí Harrin, vár Guð, heilagur er!
Currently Selected:
Sálmarnir 99: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society