YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 97

97
1Harrin tók kongavald. Heimurin gleðist! Fegnist fjarlagdar strendur allar! 2Í skýggjum og myrkri hann huldur er, rættur og rættvísi eru hans hásætisstuðlar. 3Eldur gongur undan honum og logar rundan um fótaspor hans. 4Ljós hans skyggja um heimin, jørðin sær tað og bivast. 5Fjøllini bráðna sum vaks fyri Harranum yvir øllum heimi. 6Himin boðar rættferð hans, tjóðir allar dýrd hans skoða. 7Allir bílætadýrkarar verða til skammar, teir, ið sær av skurðgudum rósa; gudar allir fyri honum níga. 8Zion tað hoyrir og gleðist, Júda døtur seg frøa um dómar tínar, Harri. 9Tí tú, Harri, ert um allan heimin hin hægsti, hevjaður hátt upp um allar gudar. 10Harrin teir elskar, ið hata tað illa, hann varðveitir sálir heilagu sína, úr gudleysa hondum hann teimum bjargar. 11Fyri rættvísum íbirtist ljós, fyri rættsintum gleði. 12Gleðist um Harran, rættvísir menn, syngið heilaga navni hans lov!

Currently Selected:

Sálmarnir 97: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in