Sálmarnir 96
96
1Syngið fyri Harranum nýggjan song, syng fyri Harranum verøldin øll! 2Syngið fyri Harranum, signið hans navn, kunngerið frelsu hans dag eftir dag! 3Greinið heidninganna millum æru hans, fólkanna millum undurverk hans! 4Tí mikil er Harrin og lovaður sára, øgiligur er hann yvir allar gudar; 5tí allir fólkanna gudar skurðgudar eru, men Harrin hevur himin skapað. 6Hátign og dýrd fyri ásjón hans eru, lov og prís í halgidómi hans. 7Veitið Harranum, fólkanna ættir, veitið Harranum heiður og lov! 8Veitið Harranum navns hans sóma, berið gávur og komið í forgarðar hans! 9Nígið fyri Harranum í heilagum skrúði, titra fyri ásjón hans verøldin øll! 10Havið á máli heidninganna millum: «Harrin tók kongavald og foldina festi, so at ikki hon vikast, við rættvísi hann fólkini dømir!» 11Himin fegnist! Gleðist heimur! Havið bróti alt, sum tað er! 12Hagin frøist og alt, tað hann ber! Øll trø í skóginum rópi fagnaðarróp 13fyri ásjón Harrans, tí at hann kemur, hann kemur jarðarríkið at døma. Hann jørðina í rættvísi dømir og fólkini í trúfesti síni.
Currently Selected:
Sálmarnir 96: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society