YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 95

95
1Komið, latum okkum fyri Harranum fegnast, rópum fagnaðarróp fyri várar frelsu kletti! 2Stígum fram fyri hans ásjón við lovi, kvøðum gleðiljóð honum til æru! 3Tí ein veldigur Guð er Harrin, drottin mikil yvir øllum gudum; 4jarðarríkis dýpi eru í hendi hans, hann eigur fjallanna tindar. 5Hans er havið, sum hann hevur skapað, tað fasta landið hans hendur gjørdu. 6Komið, fallum niður og boyggjum vár knæ, nígum fyri Harranum, skapara várum! 7Tí at hann er vár Guð, og vit eru tað fólk, sum hann gætir, tað fylgi, sum hond hans røktar!
Gævi, at tit í dag vildu hoyra mína reyst: 8«Herðið ikki hjørtu tykkara sum við Meriba, sum hin dagin við Massa í oyðimørkini, 9tá ið fedrar tykkara freistaðu meg og royndu meg, tó at teir sóu mítt verk. 10Í fjøruti ár var eg leiður við hesa ætt, og eg segði: Tey eru eitt fólk við villum hjørtum, og vegir mínar ikki tey vita! 11Og tí svór eg í vreiði míni: Aldri skulu tey koma inn til hvílu mína.»

Currently Selected:

Sálmarnir 95: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Sálmarnir 95