YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 94

94
1Harri, hevndarinnar Guð, hevndarinnar Guð, sýn teg í dýrd! 2Reis teg, jarðarríkis dómari, og løn teim hugmóðigu gerðir teirra! 3Hvør leingi, Harri, skulu gudleysir menn, hvør leingi skulu gudleysir gleðast? 4Teir reypa og eru í orðum frekir, hvør níðingur spelkin sær brettir. 5Fólk títt, Harri, teir kúga, við ogn tíni fara teir illa. 6Teir einkjur og fremmandar drepa og faðirleys sláa í hel. 7Teir siga: «Ei man Harrin tað síggja, Jákups Guð fær tað ikki at vita.» 8Fatið tað tó, tykkara býttlingar millum fólkið! Tykkara dárar, nær fáa tit skil? 9Hann, ið setti oyrað, man hann ikki hoyra, hann, ið gjørdi eygað, man hann ikki síggja? 10Hann, ið elur upp tjóðirnar, man hann ikki revsa, hann, ið menniskjuni vitið gevur? 11Harrin kennir menniskjunnar hugsan, at hon bert ein fáfongd er. 12Sælur, Harri, er maður, ið sjálvur tú agar, og sum tú kennir í tíni lóg 13fyri at veita honum ró móti teim óndu døgum, til grøv er teimum gudleysu grivin. 14Tí ikki skúgvar Harrin fólk sítt burtur, og ogn síni ikki hann sleppir, 15fyrr enn rætturin aftur til rættvísi vendir, og allir rættsintir honum geva viðhald. 16Hvør veitir mær hjálp móti illgerðarmonnum, hvør vil meg móti níðingum styðja? 17Ja, um Harrin ikki hjálp mín var, tá brátt mín sál var í tagnarheimi. 18Tá ið eg helt: «Nú gleppur mín fótur útav,» tá styðjaði, Harri, góðska tín meg! 19Í hjartans tunga móði mínum uggaðu sál mína troystarorð tíni! 20Ert tú í felag við spillunnar dómstóli, sum skapar órætt, sum var hann rættur? 21Tó at teir á hin rættvísa ráðast og oysa út sakleyst blóð, 22so er tó Harrin mín fasta borg og Guð mín mær klettur og høli. 23Hann vil teimum løna misgerðir teirra og vil teir oyða fyri illskap teirra, Harrin vár Guð vil teir oyða!

Currently Selected:

Sálmarnir 94: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Sálmarnir 94