YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 89

89
1Ein maskil; av Etani Ezrahita. 2Um miskunnar verk Harrans eg altíð vil syngja, ætt eftir ætt við mínum munni um trúskap tín boða. 3Tí tú hevur sagt, at náðin um ævir er bygd, á himni tú hevur trúskap tín grundað. 4«Eg sáttmála samdi við hin útvalda mín, svór Dávidi eiðir, tænara mínum: 5Allar ævir vil eg lata títt avkom standa við, og tín kongastól byggja ætt eftir ætt.» Sela. 6Og himin prísar títt undurverk, Harri, á fundi teirra heilagu fær tín trúfesti prís. 7Tí hvør kann í skýnum metast javnt við Harran, hvør er millum gudasona javnlíki Harrans? 8Øgiligur er Guð í samkomu teirra heilagu, mikil og óttaligur fyri øllum íkring hann. 9Harri, herskaranna Guð, hvør er sterkur sum tú! Harri, og rundan um teg er trúskapur tín! 10Tú valdar havsins ódn, tú stillir bylgjanna bralan. 11Tú Ráhab slóst sundur sum feldan kappa, tú tínar fíggindar sundraði við veldigum armi. 12Tín er himin, og tín er heimur, foldina og hennar fylli tú hevur grundað. 13Norðan og sunnan hevur tú skapað, Tábor og Hermon í navni tínum gleðast! 14Tú eigur ein arm við veldigum mátti, sterk er hond tín, megnað tín høgra hond. 15Rættferð og rættvísi bera kongastól tín, mildi og trúfesti standa tær fyri ásjón. 16Sælt er tað fólk, sum fagnaðarrópi veit av, sum gongur, Harri, í ljósi ásjónar tínar, 17sum hvønn dag gleðist av navni tínum og fegnast um rættvísi tína. 18Tí tú ert teirra veldis prýði, við tíni náði tú reisir várt horn. 19Tí hjá Harranum skjøldur vár er, hin heilagi Ísraels er kongur vár. 20Tá í eini sjón tú talaði við teir heilagu tínar og segði: «Einum kappa eg havi krúnuna givið, lyft upp ein unglinga úr mannaflokki. 21Eg Dávid havi funnið, tænara mín, salvað hann við mínum heilaga smyrsli, 22at hond mín má halda honum fast, og armur mín veita honum styrki. 23Ei skal fíggindin ráðast á hann, ei skal níðingur á honum vinna; 24fyri hans eygum eg hans hatarar týni, og øvundarmenn hans eg raki. 25Trúfesti mín og náði skulu við honum vera, í navni mínum skulu reisast hans horn; 26at havinum lati eg hond hans røkka og at ánni miklu høgru hond. 27Hann skal við meg siga: «Tú faðir mín ert, Guð mín og mínar frelsu klettur! 28Eg kjósi mær hann til ein fyrstaføddan, til tann ovasta av heimsins kongum. 29Mína góðsku móti honum eg altíð vil goyma, mín sáttmáli við hann ikki skal vikast. 30Ætt hans eg lati standa við allar ævir, kongsstól hans meðan himin er til. 31Um synir hans svíkja mína lóg og ikki mínum ráðum fylgja; 32um teir bróta samtyktir mínar og ikki boð míni halda; 33tá vil eg misbrot teirra revsa við stavi og við fleingjum syndir teirra, 34men mína náði eg ikki taki honum ífrá, trúfesti mína ikki eg svíki. 35Eg vil ikki bróta sáttmála mín, ei broyta tað, ið mín muður hevur mælt. 36Eina ferð havi eg svorið við heilagskapi mínum, og á ongum sinni eg Dávid man svíkja. 37Ætt hans skal um allar ævir standa við, kongsstólur hans eins og sólin fyri ásjón míni, 38sum mánin skal hann standa fastur med alla, aldri vikast, meðan himin er til!» 39Og tó hevur tú vrakað og koyrt burtur, hevur farið í vreiði við hinum salvaða tínum. 40Tú sáttmálan við tænara tín hevur slitið, hevur krúnu hans blakað við ósømd til jarðar. 41Tú rivið hevur niður múrar hans allar, virki øll hans tú í oyði hevur lagt; 42ferðafólk hava øll hann rænt, hann vorðin er spott fyri gronnum sínum. 43Tú latið hevur fíggindar hans fáa valdið, tú glett hevur allar hans øvundarmenn; 44tú svørðsegg hans lætst undan víkja, tú heltst honum ikki uppi í stríðnum. 45Tú hevur veldisstavin tikið úr hondum hans, og kongsstól hans hevur tú kastað til jarðar; 46tú stytt hevur um hans ungdóms dagar og hevur í skommum hann fjalið. Sela. 47Hvussu leingi, Harri, vilt tú teg krógva? Skal vreiði tín loga sum eldur? 48Minst til, Harri, hvør stutt ævi mín er, og til hvørja fáfongd tú skapaði øll menniskjunnar børn! 49Hvør er hann, ið livir og ikki fær deyðan at síggja? Hvør bjargar síni sál úr heljar valdi? Sela. 50Hvar eru, Harri, tíni fyrru miskunnarverk, sum tú í trúskapi tínum Dávidi svórt? 51Minst til, Harri, skammir tænara tíns, harm mín av mongum fólkum, 52at fíggindar tínir spotta, Harri, spotta fótaspor hans, ið tú hevur salvað! 53Lovaður veri Harrin um ævir! Amen, amen!

Currently Selected:

Sálmarnir 89: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in