YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 88

88
1Ein songur; ein sálmur; av Kora sonum; til songmeistarans; al-mahalat-leannot; ein maskil av Hemani Ezrahita. 2Harri, mín Guð, um dagin eg kalli, um náttina er mítt róp tær íhjá. 3Lat mína bøn koma tær fyri eygu, legg oyra títt at harmastynjan míni! 4Tí sál mín er av ólukkum mett, lív mítt komið er nær at heljum! 5Eg mettur verði javnt við teir, sum í grøv fóru niður, eri vorðin eins og máttleysur maður! 6Eg eri komin í avdeyðalag rætt sum falnir, teir, ið hvíla undir moldum, sum longu eru gingnir tær úr huga og eru farnir tær av hond! 7Tú hevur meg lagt í helheims helli, í myrkrið í djúpinum niðri. 8Vreiði tín meg tungliga nívir, allar tínar aldur tú á meg lætst bróta. Sela. 9Mínar frændur hevur tú frá mær rikið, til eina andstygd meg gjørt fyri teimum. Eg innistongdur eri og kann ikki sleppa út. 10Míni eygu eru av neyð míni maktað. Hvønn dag, Harri, eg kalli á teg, og rætti móti tær mínar hendur. 11Manst tú væl gera undur fyri teim deyðu, munnu skuggarnir rísa at veita tær lov? Sela. 12Munnu tey undir moldum siga frá miskunn tíni, frá trúfesti tíni í avgrundar dýpi? 13Munnu undur tíni verða í myrkrinum boðað, ella rættvísi tín í gloymskunnar landi? 14Men eg, Harri, rópi á teg, á morgni nærkar mín bøn sær til tín! 15Hví koyrir tú, Harri, sál mína burtur og fjalir fyri mær tína ásjón? Sela. 16Armur eg eri og komin at deyða, frá ungdómi havi eg borið tínar ræðslur, og eg lúgvist! 17Tín fúkandi vreiði er yvir meg komin, tínar ræðslur meg gera til einkis. 18Tær um meg flokkast allan dagin sum vatn, í felagi sláa tær um meg ring. 19Vinir og frændur tú frá mær hevur rikið, mín næsti er deyðans myrkur!

Currently Selected:

Sálmarnir 88: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Sálmarnir 88