Sálmarnir 87
87
Av Kora sonum, ein sálmur, ein songur.
1Tann stað, ið hann hevur grundað á teimum heilagu fjøllum, 2Zions portur elskar Harrin fram um allar bústaðir Jákups. 3Mæt eru talað um teg orð, tú Guðs staður! Sela. 4«Ráhab og Bábel eg nevni fyri teirra skuld, ið tilbiðja meg; her er Filistaland, Týrus og Kusj, hjá einum er føðistaður her, hjá øðrum har. 5Men Zion verður móðir kallað, har eiga teir føðistað allir sum ein.» Hin hægsti heldur tí uppi. 6Harrin telur eftir í fólkanna bókum: «Hesin er føddur her og hasin har.» Sela. 7Og dansandi syngja teir: «Allar mínar keldur eru í tær.»
Currently Selected:
Sálmarnir 87: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society