Sálmarnir 86
86
Ein bøn; av Dávidi.
1Harri, vend oyra títt til og mær svara, tí armur og eymur eg eri. 2Varða tú lív mítt, tí eg eri trúgvur, bjarga tænara tínum, ið á teg lítur! 3Náða meg, Harri, tú ert mín Guð, tí allan dagin eg á teg kalli! 4Gleði tú sál veiti tænara tíns, tí, Harri, til tín eg sál mína hevji! 5Tí tú, Harri, ert góður og várkunnsamur, ríkur av náði móti øllum, ið á teg kalla! 6Gev, Harri, bøn míni ljóð, lýð á mína bønligu reyst! 7Á neyðardegi eg rópi til tín, tí tú vilt svar mær veita. 8Tú, Harri, fært ikki líka millum guda, gerningar tínir fáa ikki líka! 9Fólkasløg øll, sum tú hevur skapað, skulu koma og níga fyri ásjón tíni, og skulu navn títt æra, Harri; 10tí stórur tú ert, og tú undurverk gert, tú eina ert Guð! 11Ger mær, Harri, veg tín kunnan, lat meg ganga í sannleika tínum, sameina mítt hjarta at óttast títt navn! 12Harri, Guð mín, av øllum mínum hjarta eg lova tær vil og títt navn altíð æra, 13tí mikil er móti mær miskunn tín, úr heljardýpi hevur tú sál míni bjargað! 14Níðingar, Guð, eru móti mær reistir, ein flokkur av illmennum søkir mítt lív, teg hava teir ikki fyri eygum! 15Men tú, Harri, er ein mildur og miskunnsamur Guð, tolinmóður og av góðsku og trúskapi ríkur! 16Vend tær til mín og gev mær náði, gev mátt tín tænara tínum, bjarga syni trælkonu tínar! 17Ger eitt tekin mær fyri góðum, at hatarar mínir mega síggja við skommum, at tú, Harri, hevur mær hjálpt og meg uggað!
Currently Selected:
Sálmarnir 86: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society