Sálmarnir 70
70
1Til songmeistarans; av Dávidi; til minnisofrið. 2Kom mær at bjarga, Guð, Harri, skunda tær mær til hjálpar! 3Skomm og skemd veri teimum fyri, ið mær eftir lívinum standa! Lat teir undan víkja og verða til skammar, sum í ólukku míni hava fragd! 4Lat teir víkja fyri skemdarverki teirra, teir, ið hava á munni: «Há, há!» 5Lat teir fegnast og gleðast í tær, allar, ið søkja til tín! Lat teir, ið elska frelsu tína, allar tíðir siga: «Hálovaður veri Guð!» 6Eg eri armur og eymur, kom tú brátt, Guð, til mín! Tú ert hjálp mín og frelsari mín, Harri, ikki tú dvølji!
Currently Selected:
Sálmarnir 70: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society