Sálmarnir 71
71
1Hjá tær, Harri, søki eg skjól, lat meg onga tíð verða til skammar! 2Í rættvísi tíni tú meg fríggi og frelsi, vend til mín oyra títt og mær bjarga! 3Ver mær ein verndarklettur, ein varðhaldsborg mær til frelsu, tí at tú ert bjarg mítt og fasta borg! 4Hjálp mær, Guð, úr hondum á gudleysum, úr níðings og valdsmans lógvum! 5Tí at tú ert troyst mítt, Harri, Harri, mítt álit frá ungdómi mínum! 6Frá barnsbeini havi eg troystað á teg, frá móðurfangi hevur tú um meg fjálgað, til tín er altíð mín vón! 7Eitt undur eg mongum eri vorðin, men tú ert mítt trygga høli. 8Mín muður er fullur av lovi tínum, allan dagin av prísi tínum. 9Slepp mær ikki á ellisárum, far ikki frá mær, tá máttur mín minkar! 10Tí at fíggindar mínir um meg tala, teir, ið vilja deyða mín, leggja ráðini saman: 11«Guð er frá honum farin, eltið hann og hann takið, tí eingin er at hjálpa!» 12Guð, halt teg ei frá mær burtur, Guð mín, snarliga kom mær til hjálpar! 13Lat teir verða skemdar og nipnar, ið mær eftir lívinum standa! Lat teir, ið mína ólukku ynskja, í skomm og spott verða huldar! 14Men eg í heilum vil bíða og vil alt títt lov gera meiri. 15Mín muður skal boða um rættvísi tína, allan dagin um frelsu tína, tí eg veit ikki tal hará. 16Harrans stóru verk vil eg taka fram, Harri, eina um rættvísi tína vil eg boða! 17Guð, tú hevur lært meg upp frá ungdómi mínum, og til hesa stund eg kunngeri undurverk tíni! 18Og um eg verði gamal og gráur, vilt tú ikki fara frá mær, Guð, so at eg fyri komandi ætt kann boða av armi tínum! 19Veldi títt og rættvísi tín røkka, o Guð, til himna, stórverk hevur tú int, Guð, hvør er líki tín! 20Tú latið hevur okkum sæð so manga trongd og neyð; men tú vilt aftur okkum lívga og úr jarðarinnar dýpum okkum aftur flyta upp. 21Tú vilt mín stórleika økja og aftur mær uggan veita! 22Men eg vil tær lova við hørpuslátti, Guð, fyri trúfesti tína! Við streingjaleiki eg leika vil fyri tær, sum er Ísraels heilagi! 23Fegnast munnu varrar mínar, tá ið fyri tær eg syngi, og mín sál, sum tú hevur loyst. 24Ja, allan dagin ígjøgnum mín tunga skal tala um rættvísi tína; tí teir vórðu skemdir og foyir, ið ólukku mína ynsktu!
Currently Selected:
Sálmarnir 71: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society