Sálmarnir 69
69
1Til songmeistarans; til liljurnar; av Dávidi. 2Bjarga mær, Guð, tí vøtnini vilja meg køva! 3Eg eri sokkin í botnleyst díki, og einki er fótafesti. Eg eri farin í vatndýpið niður, og flóðin yvir meg skolar. 4Eg havi rópt meg móðan, mínir kvørkrar brenna, míni eygu eru tærd av at bíða eftir Guði mínum. 5Fleiri enn hárini á høvdi mínum eru teir, ið meg hata uttan grund, fjølmangir vilja meg týna, fyri onga søk eru fíggindar mínir; tað, ið eg ikki havi tikið, má eg bøta. 6Guð, tú kennir mistak mítt, mínar syndir eru ei duldar fyri tær! 7Lat ei teir, ið líta á teg, verða til skammar av mær, Harri, herskaranna Harri. Lat ei teir, ið leita til tín, verða skemdar av mær, Ísraels Guð! 8Tí fyri tína skuld beri eg háðir, hevur skomm mítt andlit fjalið. 9Ein fremmandur eri eg vorðin brøðrum mínum, ein ókunnigur sonum móður mínar. 10Tí ídni fyri húsi tínum hevur etið meg upp, og teirra spott, ið teg spotta, er komið niður á meg. 11Tá ið sál mín græt undir føstuhaldi, varð tað til vanvirðu fyri meg. 12Tá ið eg skifti um klæði við sorgarbúna, varð eg eitt orðtak hjá teimum. 13Tey, í liðunum sita, tala um meg, í drykkjuveitslum kvøða teir um meg! 14Men eg komi til tín í bøn, Harri, lat náðistund upprenna, Guð! Fyri stóru miskunn tína bønhoyr meg í frelsandi trúfesti tíni! 15Hjálp mær úr díki, at ikki eg søkki! Drag meg úr havdýpi upp! 16Lat ikki bylgjurnar yvir meg skola, lat ikki dýpið meg gloypa, lat ikki hellið yvir mær lokast! 17Bønhoyr meg, Harri, tí góð er náði tín, vend tær til mín av tíni stóru miskunn! 18Fjal ikki andlit títt fyri tænara tínum, tí eg eri staddur í vanda, skunda tær og bønhoyr meg! 19Kom til mín og loys út mína sál, frels meg fyri mína fígginda sakir! 20Tú kennir mína skomm, mítt spott og spæ, fyri tínum eygum eru fíggindar mínir allir! 21Háð hevur brotið mítt hjarta, ógrøðandi eru míni sár! Eg væntaði eymkan, men eingin var, eg væntaði uggan, men onga eg fann. 22Teir rættu mær malurt til mat, fyri tosta teir góvu mær edik at drekka. 23Lat dúkin fyri framman teimum verða teimum snerra, teirra gildisoffur haft um fótin! 24Lat eygu teirra slokna og blindast, lat lendar teirra altíð riða! 25Oys út tína ilsku yvir teir, lat tína gløðandi vreiði teir ráma! 26Lat teirra bústað verða oydnan, teirra tjøld uttan íbúgvar! 27Tí at teir elta teir, ið tú hevur sligið, økja pínu teirra, ið tú hevur gjøgnumstungið! 28Legg sekt aftur at teirra sekt, lat teir ikki sleppa inn til rættvísi tína! 29Lat teir verða strikaðar úr lívsins bók, og ikki verða skrivaðar teirra rættvísu millum! 30Men eg, armi og eymi, mær skal frelsa tín bjarga, Guð, 31so at eg kann prísa Guðs navni við songi, hálova tær við takkarljóði! 32Og betur líkar Harranum hetta enn oksar, enn ungneyt við hornum og kleyvum! 33Síggið tað, armir, og gleðist! Tit, ið søkja Guð, takið mót í hjartað! 34Tí at Harrin teir neyðstøddu hoyrir, sínar fangar hann ikki vanvirðir. 35Himin og heimur skulu geva honum lov, havið og alt, sum rørist harí. 36Tí at Guð gevur Zion frelsu og byggir upp Júda staðir, tey skulu búgva í teim og teir fáa í ogn. 37Og avkom tænara hans skulu teir arva, og teir, ið elska hans navn, har hava búgv.
Currently Selected:
Sálmarnir 69: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society