YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 68

68
1Til songmeistarans; av Dávidi; ein sálmur, ein songur. 2Guð reisist, hans fíggindar sundrast, hans hatarar flýggja fyri ásjón hans; 3sum roykur rekur burtur, tú teir rekur burtur, sum vaks, ið bráðnar í eldi, fara vándir til grundar fyri ásjón Guðs. 4Men góðir gleðast, fyri ásjón Guðs teir fegnast, gleðast í stórari frøi. 5Syngið fyri Guði, lovsyngið navni hans, leikið fyri honum, ið á skýggjum fer fram, hvørs navn er Harrin, fegnist fyri ásjón hans! 6Faðir at faðirloysingum, verji hjá einkjum, er Guð í sínum heilaga bústað; 7Guð førir einsligar aftur at heimi, leiðir út fangar til eydnu, eina tvørsintir mega í oyðimørkum búgva. 8Ta ferðina, Guð, tú tínum fólki á odda fórt út og gekst eftir heiðum, Sela – 9tá tók jørð at skelva, og himin dreyp fyri Guði, fyri ásjón Guðs, Ísraels Guði. 10Ríkligt regn gevur tú, Guð, tíni ogn, tú styrkir tey móðu og troyttu. 11Tað land, har sum fólk títt býr, í tíni góðsku, Guð, tú armingum reiðir til. 12Harrin heldur síni orð, stórt er liðið av konum, ið sigursboð bera: 13«Herskaranna kongar flýggja, ja flýggja, hon, ið heima situr, lutar herfong sundur. 14Á dúgvuni vórðu veingirnir lagdir við silvuri, hennar fjaðrar við gulgrønum, glitrandi gulli. 15Tá hin alvaldi spjaddi kongarnar, var tað, sum tá ið tað kavar á Zalmon.» 16Guðs fjall er Básjans fjall, tindamikið fjall er Básjans fjall. 17Hví eru tit øvundsjúk, tindamiklu fjøll, á tað fjall, sum Guð hevur kosið til bústað, og har hann vil búgva allar ævir? 18Guðs hervagnar vóru í tíggju túsunda tali, túsund og uppaftur túsund. Av Sinai kom Harrin í dýrd. 19Tú til himna fórt upp, førdi herfong av fangum, menniskjur tókst tú sum gávur; eina tvørsintir skulu hjá Harranum Guði ei búgva. 20Lovaður Harrin veri, dag eftir dag hann okkum ber, tann Guð, ið er frelsa vár. Sela. 21Guð er okkum frelsunnar Guð, hjá Harranum er útgongd frá deyða. 22Men Guð slær sundur høvur fígginda sína og hvirilin á misbrotamonnum, ið frekir ganga í syndum sínum. 23Mælt hevur Guð: «Frá Básjan eg flyti teir aftur, flyti teir aftur frá havsins dýpi, 24at tín fótur má vaða í blóði, og tungur hunda tína av fíggindunum fáa teirra part.» 25Skoðið skrúðgongu Guðs, skrúðgongu Guðs míns, kongs míns, í heilagleika! 26Fyri ganga sangarar, aftaná koma leikarar, í miðjuni jomfrýr, ið bumbur sláa: 27«Lovið í samkomum Guði, Harranum á hátíðum Ísraels!» 28Har er lítli Benjamin, einkarbarn hans, Júda høvdingar við miklum liði, Zebulons høvdingar, Naftali høvdingar. 29Bjóða út veldi títt, Guð! Fest, Guð, tað, ið tú fyri okkum hevur gjørt! 30Vegna halgidóms tíns í Jerúsalem tær skulu kongarnir bera gávur. 31Hótta tú djórið í sevlendinum, tarvanna fylgi og fólkanna drotnar, so fyri tær tey níga við silvurstykkjum! Sundra tey fólk, ið bardagar elska! 32Stórmenn skulu koma úr Egyptalandi, Blálond skulu brádliga rætta hendur til Guðs. 33Tit ríki á jørð! Syngið fyri Guði, syngið Harranum lov! 34Leikið fyri honum, ið fer um teir avgomlu himnanna himnar, ið letur rødd sína ljóða, sína veldigu rødd! 35Veitið Guði æru! Yvir himni er dýrd hans, millum skýggja er veldi hans! 36Øgiligur er Guð í halgidómi sínum. Ísraels Guð tað er, ið gevur mátt og megi fólki sínum. Lovaður veri Guð!

Currently Selected:

Sálmarnir 68: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in