YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 67

67
1Til songmeistarans; við streingjaleiki; ein sálmur, ein songur.
2Guð okkum náði og okkum signi, hann lati andlit sítt yvir okkum lýsa, Sela, 3at vegur tín má verða kunnur á jørð, alra fólkanna millum tín frelsa! 4Fólkini skulu tær lova, Guð, fólkasløg øll tær lova. 5Tjóðir skulu gleðast og fegnast, tí at tú dømir fólkini rætt, leiðir mannaættir á fold. Sela. 6Fólkini skulu tær lova, Guð, fólkasløg øll tær lova. 7Landið hevur givið grøði sína, og Guð, vár Guð, vælsignar okkum. 8Guð okkum vælsignar, og allir heimsins endar skulu hann óttast.

Currently Selected:

Sálmarnir 67: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in