Sálmarnir 66
66
Til songmeistarans, ein songur, ein sálmur.
1Fegnast fyri Guði jarðarríkið alt, 2syngið um navns hans heiður, syngið dýrd hans lov! 3Sigið við Guð: «Hvør ræðandi eru tíni verk! Vegna mátt tín og veldi vilja fíggindar tínir tær hugnast. 4Fyri tær nígur jarðarríkið alt, tey lova tær, hálova tínum navni.» Sela. 5Komið og lítið at stórverkum Guðs, í sínum gerðum óttandi fyri menniskjunnar børn! 6Hann gjørdi havið um til turt land, so til gongu tey fóru gjøgnum streymin; har vit í honum vóru fegin. 7Við veldi sínum ævir allar hann ræður, eygu hans fólkini varða, so teir tvørsintu skulu ikki reisast. Sela. 8Lovið, tjóðir, Guði várum, latið hoyrast ljóð av lovsongi hans! 9Hann, ið lív okkum gav og varðar fót okkara frá at snáva. 10Tí, Guð, tú rannsakaði okkum, reinsaði okkum, sum tey reinsa silvur. 11Tú førdi okkum inn í trongd, legði byrðar á okkara lendar. 12Tú lætst fólk traðka okkum á høvur, vit fóru gjøgnum eld og vatn; men tú førdi okkum út í frælsi. 13Eg komi í hús títt við brenniofrum, eg vil halda míni heiti til tín, 14tað, ið mínar varrar hava lovað og mín muður talaði í míni neyð. 15Eg beri tær offur av feitineytum, við offurroyki av veðrum; eg lati bæði oksar og havrar. Sela. 16Komið og lýðið á! Latið meg greina, øll tit, ið óttast Guð, hvat hann hevur sál míni gjørt! 17Við mínum munni eg rópti á hann, meðan lovsongur var mær undir tungu. 18Hevði eg hugsað um ilt í hjarta mínum, tá hevði Harrin meg ikki hoyrt. 19Men hoyrt hevur Guð, hevur lýtt á mína bønligu rødd. 20Lovaður veri Guð, ið ikki synjaði fyri míni bøn og ikki tók frá mær miskunn sína!
Currently Selected:
Sálmarnir 66: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society