Sálmarnir 65
65
1Til songmeistarans, ein sálmur av Dávidi, ein songur. 2Tær sømir, Guð, lovsongur á Zion, tær verða lyfti goldin. 3Til tín, ið hoyrir bønir, kemur allur heimur. 4Várar misgerðir vóru mær ov svárar, men tú fyrigavst okkum syndir várar. 5Sælur er hann, ið tú velur og letur koma nær at búgva í forgørðum tínum, so at vit lívgast av tí góða í húsi tínum, tínum heilaga templi. 6Tú okkum bønhoyrir við undurfullum verkum í rættferð, várar frelsunnar Guð, tú, ið skjól ert fyri teirri víðu verøld, fyri fjarløgdum strondum. 7Tú fjøllini festir við mátti tínum, gyrdur við veldi. 8Tú havódn stillir, bylgjanna bralan og fólkanna óljóð, 9so at tey, ið búgva við jarðarinnar enda, tíni undur óttast. Sólarris og sólarlag tú letur syngja. 10Tú landið hevur vitjað og latið lívgast, tað signað stórum. Guðs løkur er fullur av vatni. Tú letur korn teimum búgva til, tí til tess tú landið gert skikkað; 11tú tess foyrur vætir, tess veltur slættar, við ælum tær bloytir, signar tess gróður. 12Tú hevur krýnt títt góðskunnar ár, tíni vegaspor dryppa av fiti; 13á heiðum fløturnar flóta, hagarnir gyrðast við frøi; 14líðirnar klæðast við seyðum, dalarnir fyllast av korni; tey leika og syngja!
Currently Selected:
Sálmarnir 65: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society