YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 64

64
1Til songmeistarans, ein sálmur av Dávidi. 2Hoyr, Guð, mína reyst í míni klagu, lív mítt varða frá fígginda ræðslum! 3Mær bjarga frá níðinga felagi, frá illgerðarmanna flokki, 4ið gera sína tungu sum svørðsodd hvassa, leggja eiturorð sum ørvar á bogan 5fyri í loyndum at ráma sakleys fólk, ráma tey óvart og uttan at óttast. 6Teir saman styrkjast í óndari ráðgerð, ráða av, hvussu í loyndum teir snerrur skulu leggja, og hugsa: «Hvør man tað síggja?» 7Teir illgerðir hava í ráði. «Vit eru lidnir, væl er til ráða fingið.» – Djúpt er lyndi og hjarta í manni! 8Men Guð man teir raka við ørvum sínum, dáttliga verða teir særdir; 9vegna tungur teirra munnu teir falla. Øll, ið síggja teir, munnu rista við høvdi. 10Allar menniskjur munnu óttast og boða Guðs dáð og verkum hans taka eftir. 11Í Harranum vilja rættvísir gleðast og søkja hjá honum skjól, fegnast vilja rættsintir allir.

Currently Selected:

Sálmarnir 64: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in