Sálmarnir 63
63
1Ein sálmur av Dávidi, tá ið hann var í Júda oyðimørk. 2Guð, tú ert Guð mín, árla á morgni eg leiti til tín, eftir tær sál mín tystir, eftir tær likam mítt tráar sum eitt turrlendi, ið stunar uttan væti. 3Soleiðis eg í halgidóminum havi eftir tær hugt, til tess mátt tín at skoða og tína dýrd. 4Tí at betri enn lív er náði tín, tær skulu varrar mínar lova. 5Soleiðis vil eg teg signa allar lívsdagar mínar, í navni tínum eg hevji mínar hendur. 6Sum av mergi og fiti skal sál mín mettast, við fegnum vørrum skal mín muður tær lova, 7tá ið eg teg minnist á legu míni, hugsi um teg á náttarvøkum. 8Tí at tú mær hjálp ert vorðin, í skugga veingja tína eg fegnist. 9Sál mín ei víkur tær frá, tín høgra hond heldur mær uppi. 10Men hinir liggja mær eftir lívi, teim sjálvum til skaða, í niðasta dýpi undir jørð teir skulu søkka; 11teir skulu verða givnir svørði í vald og verða veiði hjá vargum. 12Men kongurin skal gleðast í Guði, hvør, ið svør við hann, skal fegnast, tí lygnaranna muður skal teppast.
Currently Selected:
Sálmarnir 63: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society