Sálmarnir 62
62
1Til songmeistarans; til jedutun; ein sálmur av Dávidi. 2Bíða í kvirri, sál mín, Guði, frelsa mín kemur frá honum! 3Eina hann er mín klettur, mín frelsa, mín borg, eg ikki skal vikast. 4Hvør leingi vilja tit á ein mann halda fyri allir í felagi honum at basa, sum var hann eins og veggur, ið stendur á halli, eins og garður, ið stendur á lopi? 5Teir hugsa bert um at stoyta hann oman, væl teimum lygnir líka; teir signing hava á munni, men bannan er teimum í hjarta. Sela. 6Bíða í kvirri, sál mín, Guði, vón mín kemur frá honum! 7Eina hann er mín klettur, mín frelsa, mín borg, eg ikki skal vikast. 8Hjá Guði er hjálp mín og æra mín, mín fasti klettur, mín vernd er Guð. 9Lítið á hann, fólk, á hvørji tíð, oysið út tykkara hjørtu fyri honum, okkum Guð er vernd. Sela. 10Bert ein fáfongd eru menn, bert eitt eiti menniskjunnar børn; á vágskálini fara teir upp, bert tómleiki eru teir allir. 11Lítið ikki á vald, vónið einki av ráni; tekur ríkidømið til, gevið tí ikki gætur! 12Eina ferð med alla Guð hevur talað, tvær ferðir eg havi tað hoyrt, at mátturin er Guðs. 13Ja, hjá tær er náði, Harri, tí at tú lønir hvørjum eftir gerningum hans.
Currently Selected:
Sálmarnir 62: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society