Sálmarnir 61
61
1Til songmeistarans; við streingjaleiki; av Dávidi. 2Hoyr, o Guð, róp mítt, lýð á bøn mína! 3Frá landsins ytsta enda eg á teg kalli, meðan hjarta mítt maktast; á fjallið, ið mær er ov høgt, tú leiði meg upp! 4Tí at skjól tú mær ert vorðin, eitt fast torn móti fígginda valdi. 5Lova mær at gista í tjaldi tínum med alla og fáa lívd í skugga veingja tína! Sela. 6Tí at tú, Guð, hevur lyfti míni hoyrt, hevur ynskjum teirra játtað, ið óttast navn títt. 7Tú vilt leggja dagar aftur at kongsins døgum, vil lata ár hans vara ætt eftir ætt. 8Hann skal sita allar ævir fyri ásjón Guðs, náði og trúfesti skulu hann varða. 9Tá man eg allar ævir lovsyngja navni tínum, fyri dag eftir dag míni lyfti at evna.
Currently Selected:
Sálmarnir 61: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society