YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 60

60
1Til songmeistarans, til sjusjanedut, ein miktam av Dávidi til at læra; 2tá ið hann stríddi mót Áram-Náharáim og Áram-Zóba, og Jóab vendi aftur til Edóm og vann Edómitar í Saltdalinum, tólv túsund menn. 3Guð, tú hevur skúgvað okkum burt og okkum brotið! Vreiður tú varðst, vend tær til okkara aftur! 4Tú fekst landið at skelva og at rivna: bøt tú brestirnar, tí at tað riðar! 5Tú fólk títt hevur lagnu latið freista, hevur skonkt okkum óminnisvín! 6Tínum fylgismonnum tú hevur givið eitt merki, at teir kunnu undan bogunum flýggja! Sela. 7Til tess at tínir vinir mega bjargaðir verða, hjálp tú við tíni høgru hond og bønhoyr meg! 8Guð hevur talað í halgidómi sínum: «Í sigursgleði vil eg Sikem býta sundur, Sukkotsdal vil eg skifta. 9Mítt er Gilead, og mítt er Manasse, Efraim er verja fyri høvdi mínum, Júda mín veldisstavur. 10Móab er mín tváttarskál, til Edóm eg skógvar mínar blaki, rópi fagnaðarróp yvir Filistaland!» 11Men hvør skal meg føra til hin fasta stað? Hvør vil meg leiða til Edóm? 12Tú hevur, Guð, jú rikið okkum frá tær, við herum várum tú ikki fylgir út, o Guð! 13Veit tú okkum móti fíggindanum hjálp, bert eitt eiti er mannahjálp! 14Við Guðs hjálp skulu vit stórverk vinna, várar fíggindar hann treður niður í mold!

Currently Selected:

Sálmarnir 60: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in