YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 59

59
1Til songmeistarans, al tasjket, av Dávidi, ein miktam, tá ið Sául sendi menn, ið skulu varða hús hansara fyri at drepa hann. 2Bjarga mær, Guð mín, frá fíggindum mínum, hjálp mær frá mínum øvundarmonnum! 3Frels meg frá teimum, ið órætt gera, og frá drápsmonnum tú mær bjarga! 4Tí sí, eftir lívi mínum teir lúra, grimmir teir móti mær flokkast, uttan sekt ella misbrot av mær, Harri. 5Uttan at eg havi gjørt nakað til sakar, halda teir á meg fúsir til víggja. Vakna, kom til mín og lít tú herá! 6Men tú, Harri, herskaranna drottin, Ísraels Guð, vakna upp til at aga øll heiðin fólk! Várkunna ongum av teim svikafullu níðingum! Sela. 7Um kvøldið koma teir aftur, ýla sum hundar og strúka rundan um staðin. 8Sí, reyp teir hava á munni, hánarorð eru á teirra vørrum, «tí hvør man hoyra?» teir hugsa. 9Men tú, Harrin, at teimum lært, øll heiðin fólk tú spottar. 10Styrki mín, tær vil eg lova, tí Guð er mín borg. 11Guð mín við náði síni mær kemur ímóti, Guð vil lata meg við lyst skoða fíggindar mínar. 12Drep teir ikki, at fólk mítt ikki skal gloyma! Kúga teir við tínum veldi! Rinda teir niður, Harri, vár skjøldur! 13Orð av vørrum teirra eru synd í munni teirra. Lat teir verða heftar í hugmóði sínum og fyri ta bannan og lygn, sum teir tala. 14Forkom teimum í tíni vreiði, forkom teimum, so at teir ei longur eru til! Lat teir sanna, at líka at heimsins enda er Guð tann, ið ræður í Jákupi. Sela. 15Um kvøldið koma teir aftur, ýla sum hundar og strúka rundan um staðin. 16Teir flakka um fyri at leita eftir føði, og verða teir ikki mettir, teir murra. 17Men eg vil syngja um veldi títt, á hvørjum morgni gleðast um náði tína, tí tú ert mær ein borg, mítt álit tann dag eg eri í neyð! 18Styrki mín, um teg vil eg syngja, tí Guð er mín borg, mín miskunnsami Guð!

Currently Selected:

Sálmarnir 59: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in