Sálmarnir 58
58
1Til songmeistarans, al tasjket, av Dávidi, ein miktam. 2Munnu tit, gudar, av sonnum rættin røkja, og døma tit menniskjur við rættvísi? 3Nei, allir gera tit svik á jørðini, hendur tykkara vega órætt sundur. 4Teir gudleysu eru viknir frá longu frá móðurfangi, frá móðurlívi, eru lygnararnir á villari leið. 5Eitur teir hava eins og eitur av ormum, sum hin dumma eiturpadda teir eru, ið doyvir sítt oyra 6fyri ikki at hoyra slangutemjarans rødd, hann, ið er ramur og kønur í gandi. 7Brót, Guð, teirra tenn í munni teirra! Slít, Harri, jakslarnar úr teimum ungu leyvum! 8Lat teir hvørva sum rennandi vatn! Lat teir farast sum følnað gras! 9Lat teir verða sum ein snigil, ið verður til einkis, meðan hann skríður; sum eitt fostur hjá konu, ið ikki er komið av tíð og ikki hevur sólina sæð! 10Áðrenn teirra grýtur nerta við viðaeldin, skal stormurin sópa burtur bæði tað, ið rátt er, og tað, ið brennur. 11Hin rættvísi gleðist, tá ið hann fær hevndina at síggja, hansara føtur í blóði av gudssvikarum vaða. 12Og fólk skulu siga: «Tað finst tó fyri hinum rættvísa frukt, tað eru tó guddómar, ið døma á jørðini!»
Currently Selected:
Sálmarnir 58: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society