YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 57

57
1Til songmeistarans, al tasjket, av Dávidi, ein miktam, tá ið hann flýddi undan Sáuli inn í hellið. 2Náða meg, Guð, náða meg, tí sál mín leitar at tær! Eg søki skjól undir skugga veingja tína, til tess at ólukkan er av. 3Eg kalli á Guð, á hin hægsta, á Guð, ið ger væl móti mær! 4Hann vil senda av himni og hjálpa mær og gera til skammar teir, ið meg hata. Sela. Guð vil senda miskunn sína og trúskap. 5Millum leyvur eri eg staddur, millum algoystar menn, tenn teirra eru spjót og ørvar, tungur teirra eru hvassir brandar. 6Reis teg, Guð, í hátign á himni! Um alheimin veri tín dýrd! 7Garn hava teir spent fyri fetum mínum, teirra egni fótur skal verða heftur harí. Grøv hava teir grivið framman fyri mær, teir sjálvir skulu falla harí. Sela. 8Trygt er hjarta mítt, Guð, trygt er hjarta mítt, syngja eg vil og leika. 9Vakna sál mín! Vakna harpa og saltur! Eg morgunroðan vil vekja! 10Fólkanna millum eg vil tær lova, blant fólkasløg eg vil um teg syngja; 11tí til himna upp røkkur tín miskunn, til skýggja trúfesti tín! 12Reis teg, Guð, í hátign á himni! Um alheimin veri tín dýrd!

Currently Selected:

Sálmarnir 57: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in