YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 56

56
1Til songmeistarans; eftir «hini málleysu dúgvu á fjarlægum staði»; av Dávidi, ein miktam, tá Filistar tóku hann í Gát.
2Miskunna mær, Guð, tí menniskjur vilja meg slúka, allan dagin treingja meg stríðsmenn; 3allan dagin vilja fíggindar mínir meg slúka, tí mangir móti mær stríða í hugmóð! 4Tann dag, eg óttist, eg líti á teg! 5Við hjálp frá Guði vil eg lova hans orði. Eg líti á Guð, eg vil ikki óttast, hvat kann kjøt mær gera? 6Allan dagin teir venda mínum orðum, øll teirra hugsan er móti mær til tað illa. 7Teir taka seg saman, teir ganga á loynum, teir varða fótspor míni, rætt sum teir vildu mín deyða. 8Vegna illskapar teirra teir skulu ikki sleppa! Guð, í vreiði tíni rinda tú fólkasløg niður! 9Harm mín hevur sjálvur tú talt, tár míni eru goymd í tíni skál og bók. 10Tí skulu fíggindar mínir undan flýggja, tann dag tá eg rópi um hjálp. Tað veit eg av sonnum, at við mær er Guð. 11Við hjálp frá Guði vil eg lova hans orði, hjálptur av Harranum vil eg lova hans orði. 12Eg líti á Guð, eg vil ikki óttast, hvat kann mær menniskja gera? 13Eg lyfti tær skyldi, Guð, við takklæti eg vil tær gjalda. 14Tí sál míni tú hevur bjargað frá deyða og frá meinbogum fóti mínum, at eg fyri ásjón Guðs kann ganga í lívsins ljósi.

Currently Selected:

Sálmarnir 56: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in