Sálmarnir 55
55
1Til songmeistarans, við streingjaleiki; ein maskil av Dávidi. 2Lýð, o Guð, á mína bøn, loyn teg ikki fyri neyðarrópi mínum! 3Gev mær gætur og svara mær, tí eg klagi av trega og stynji, 4fyri rópan av fíggindum og treingjan av illmennum, tí teir órætt á meg skúgva og í vreiði meg elta! 5Hjarta mítt gevur seg í mínum brósti, deyðans ræðslur eru komnar á meg. 6Ótti og bivan hava meg tikið, nøtran á meg gongur. 7Og eg sigi: Gævi eg hevði veingir sum dúgvan, so fleyg eg burt og fann skjól! 8Ja, langa leið eg vildi mær skunda at finna í oyðimørk griðstað. Sela. 9Í skundi eg fór at søkja mær lívd móti ódnarvindi og veðri! 10Vill teir, Harri, klúgv teirra tungur! Tí sæð eg havi valdsgerð og ófrið í staðinum. 11Dag og nátt teir ganga runt á hansara múrum; skaðar og ógerðir eru í miðjum staðinum, 12yvirgangsverk har heldur til, fals og svik ei víkja frá hansara torgum. 13Tí tað er ikki mín fíggindi, ið meg háðar, tað kundi eg tolt, ikki mín óvinur, ið vanvirðir meg, honum kundi eg komist undan. 14Men tað er tú, javnlíki mín, vinur mín, lagsmaður mín! 15Vit, sum løgdu vinalig samráð saman, sum samhugaðir gingu í Guðs hús saman! 16Lat deyðan teir ráma! Lat teir livandi fara í helheim niður! Tí illskapur er í goymslum teirra og hjørtum. 17Men eg, eg rópi til Guð, Harrin vil veita mær bjarging. 18Kvøld og morgun og miðjan dag vil eg klaga og stynja, og hann hoyrir reyst mína. 19Harrin loysir út sál mína í friði frá teimum, ið søkja at mær, tí fjølmangir eru teir um meg. 20Guð, ið frá upphavi trónar, Sela, vil hoyra og kúga teir, ið ikki kenna at skifta sinni og ikki hava ótta fyri Guði. 21Hann legði hond á vinir sínar, og fostbrøðralagið hann breyt. 22Hálari enn smør er muður hans, men svik er honum í hjarta; mjúkari enn olja eru orð hans, men eru tó drigin svørð. 23Kasta tína byrði á Harran, og hann skal halda tær uppi! Allar ævir hann ikki vil loyva, at rættvísur fótfesti missir! 24Men tú, Guð, skal stoyta teir í gravdýpið niður. Blóðmenn og svikarar skulu ei náa til helvtar av lívsævi síni. Men eg líti fast á teg!
Currently Selected:
Sálmarnir 55: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society