Sálmarnir 54
54
1Til songmeistarans, við streingjaleiki; 2ein maskil av Dávidi, tá ið Zifitar komu og søgdu við Sául: «Dávid hevur krógvað seg hjá okkum.» 3Frels meg, Guð, við navni tínum, veit mær rætt við mátti tínum! 4Hoyr, o Guð, tú mína bøn, lýð á orð av munni mínum! 5Tí fremmandir móti mær rísa, valdsmenn mær standa eftir lívi, Guð teir ei hava fyri eygum. Sela. 6Sí, Guð er hjálpari mín, Harrin heldur sál míni uppi! 7Lat óndskapin ráma mínar fíggindar sjálvar, forkom teimum í trúfesti tíni! 8Av góðum huga vil eg bera tær offur, lova tínum navni, at tað er gott, Harri; 9tí at tú hevur mær bjargað úr hvørjari neyð, og mítt eyga lítur í frøi at fíggindum mínum.
Currently Selected:
Sálmarnir 54: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society