YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 53

53
1Til songmeistarans; til makalat; ein maskil av Dávidi. 2Í hjarta dárar siga: «Ei nakar Guð er til.» Ring og ljót er teirra ferð, eingin er, ið ger gott. 3Av himni sínum lítur Guð á mannabørnini niður at vita, um nakar er vitur, nakar, ið søkir Guð. 4Teir eru allir spiltir, allir sum ein eru viltir, hann er eingin, ið ger gott, ikki ein einasti teirra. 5Fata teir tá einki, teir illgerðarmenn, ið eta upp fólk mítt, sum tey eta breyð, og ikki kalla á Guð? 6Tá ræðsla á teir gekk, har einki var at ræðast; tí Guð spjaddi beinini um av teimum, ið søktu at tær; tú teimum gjørdi til skammar, tí at Guð hevði rikið teir burtur. 7Gævi frá Zion kom frelsa fyri Ísrael! Tá ið Guð vendir fólks síns lagnu, tá fegnast Jákup, frøir seg Ísrael.

Currently Selected:

Sálmarnir 53: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in