YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 52

52
1Til songmeistarans; ein maskil; av Dávidi; 2tá ið Edómitin Dóeg kom og segði Sáuli frá, at Dávid var farin inn í húsini hjá Áhimeleki. 3Hví reypar tú av tí illa, kappi? Guðs miskunn varar allan dagin. 4Tunga tín elvir til meina, sum brýndur rakiknívur so hvøss, tú, ið leggur upp svikráð! 5Tú elskar tað illa fram fyri tað góða, lygn fram fyri sannleiks talu! Sela. 6Tú elskar hvørt spillandi orð, tú svikafulla tunga! 7Tí vil Guð bróta teg niður med alla, taka teg og draga teg út úr tínum tjaldi, slíta teg upp við rót úr landi teirra livandi! Sela. 8Rættvísir munnu tað síggja og óttast, teir munnu læa at honum og siga: 9«Sí, hetta er tann maðurin, sum ikki hevði Guð til sína vernd; men sum leit á hitt stóra ríkidømi sítt, og helt seg vera sterkan við sín óndskap!» 10Men eg eri eins og eitt oljutræ, ið stendur grønt í Guðs húsi! Guðs miskunn eg líti á um ævir og aldur. 11Eg vil tær lova um allan aldur, tí at tú hevur tað gjørt! Eg vil boða fyri dýrkarum tínum, at navn títt er gott!

Currently Selected:

Sálmarnir 52: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in