YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 49

49
1Til songmeistarans; av Kora sonum; ein sálmur. 2Hoyrið hetta, allar tjóðir! Lýðið á, allir, ið heimin byggja, 3bæði lágir og háir, bæði ríkir og armir! 4Muður mín vísdóm mælir, míns hjartans hugsan er vitska. 5Til orðtøk eg vendi mítt oyra, við hørpuljóði eg mína gátu ráði.
6Hví skal eg óttast í vándum døgum, tá illskapur fígginda mína umringar meg, 7teir, ið líta á ríkidømi sítt og rósa sær av sínum stóru ognum? 8Maður kann ikki keypa bróður leysan og ikki geva loysigjald fyri hann hjá Guði 9– ov dýr er útloysingin av sálum teirra, og hann letur tað vera med alla – 10til tess at hann skuldi liva allar ævir og ikki fáa grøvina at síggja. 11Nei, hann fær hana at síggja. Vísmenn doyggja, dárar og fákunnigir farast allir samlir og lata sínar ognir eftir seg til aðrar. 12Teirra gravir verða heimbýli teirra, bústaðir teirra ætt eftir ætt, teir, ið kallaðu jarðir við nøvnum sínum. 13Menniskjan í hennar mæti stendur ei við, hon verður djóra líki, ið fara til grundar. 14Slík er lagna teirra, ið líta á sjálvar seg, og teirra, ið teimum fylgja og teirra orðum játta. Sela. 15Eins og seyðir verða teir riknir í helheim oman, deyðin er hirði teirra. Rættvísir skulu fyri teimum ráða, tá ið morgunin kemur. Skap teirra fúnar burtur, helheimur er bústaður teirra. 16Men Guð skal loysa mína sál út av heljarhondum, tí hann meg til sín skal taka. Sela. 17Óttast tí ei, tá maður gerst ríkur, tá mikil verður dýrdin í húsi hans! 18Tí einki av øllum kann hann taka við sær í deyðan, dýrd hans ikki honum fylgir har oman. 19Um hann á lívi síni lukku lovar: «Tey teg lukkuligan prísa, tí tú góðar hevur dagar,» 20hann má tó fara til sína fedra ætt, sum aldri fær ljósið at skoða. 21Menniskjan í hennar mæti stendur ei við, hon verður djóra líki, ið fara til grundar.

Currently Selected:

Sálmarnir 49: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in