Sálmarnir 50
50
Ein sálmur av Ásafi. 1Drottin, Guð Harrin talað hevur, kallað á jørð frá sólarrisi til sólarlag. 2Frá Zion, fagurleiks krúnu, ljómaði Guð. 3– Guð vár komi og ikki hann tigi! – Undan honum geisaði eldur, um hann leikaði stormur. 4Hann kallaði á himin í erva og á jørð fyri at døma sítt fólk: 5«Savnið mær dýrkarar mínar, sum sáttmála gjørdu við meg við ofrum!» 6Tá kunngjørdi himinin rættvísi hans, at tað er Guð, ið dómari er. Sela. 7Gev ljóð, fólk mítt, at eg kann tala, Ísrael, at eg kann áminna teg, Guð, tín Guð eri eg. 8Ei fyri offur tíni vil eg teg lasta, brennioffur tíni eru mær javnan fyri eygum. 9Mær tørvar ei oksar av garði tínum, ella havrar úr fjósum tínum. 10Tí míni eru øll villdjór í skógum, alt fæ á teim túsund bjørgum. 11Eg tekki hvønn fugl millum fjalla, alt, ið krykir á fold, er mær fyri eygum. 12Um eg kendi svongd, ikki eg segði tær frá, tí mín er heimur og fylli hans. 13Man eg eta kjøt av tarvum, ella drekki eg blóð av havrum? 14Ofra tú Guði takklæti og lov, og tíni heitstreingi gjald hinum hægsta! 15Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær! 16Men til hin gudleysa talaði Guð: Hví roknar tú upp míni boð og hevur sáttmála mín á munni, 17meðan tú hatar aga av mær og orð míni kastar aftur um bak? 18Vinmaður ert tú við tjóvar, við horkallar hevur tú hóslag. 19Munn tín tú loysir til illskap, svik setir tunga tín saman. 20Tú situr og baktalar bróður tín, son móður tínar tú klikkir. 21Alt hetta tú gert, og eg skal tiga, so tú heldur, at eg eri sum tú! Eg vil teg revsa og gera ferð tína bera! 22Gevið hesum gætur, tit, ið gloyma Guð, at eg ei skal ríva sundur, og eingin er, ið bjargar! 23Tann, ið takklæti ofrar, veitir mær æru, og tann, ið heiti síni heldur, lati eg skoða Guðs frelsu.
Currently Selected:
Sálmarnir 50: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society