YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 48

48
1Ein songur, ein sálmur; av Kora sonum.
2Mikil Harrin og hálovaður er. Í Guðs várs staði hans heilaga fjall 3so yndisliga rísur, øllum heimi ein gleði. Zions fjall ytst móti norðri er veldisdrottins staður. 4Vár Guð í tess borgum er kendur sum tann dygga vernd. 5Tí sí, kongar løgdu saman ráð, hildu í felagi higar. 6Teir litu upp, men dátt varð teimum við, ræddir teir rýmdu. 7Har ræðslan teimum gekk eins og verkir á konu í barnsneyð. 8Við stormi av eystri hevur skip úr Tarsis tú brotið. 9Sum vit hava hoyrt frá tí sagt, soleiðis vit hava tað sæð í staði Harrans herskaranna, í Guðs várs staði. Guð letur hann standa í trygdum allar ævir. Sela. 10Vit hugsa, Guð, um náði tína í miðjum templi tínum. 11Sum navn títt, Guð, so røkki lovgerð tín til allar heimsins endar! Av rættvísi er tín høgra hond full. 12Gleðist Zions fjall, frøast Júda døtur yvir rættferðar dómar tínar! 13Gangið rundan um Zion, farið íkring tað! Teljið tornini hará! 14Gevið far um tess virki! Kannið gjølla tess glæstriborgir! At tit kunnu siga harfrá fyri komandi slektum! 15Tí her er Guð, vár Guð allan aldur og ævir. Um ævir hann vil okkum leiða.

Currently Selected:

Sálmarnir 48: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in