YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 47

47
1Til songmeistarans; av Kora sonum; ein sálmur.
2Klappið øll fólkasløg lov í lógva! Latið fagnaðarróp ljóða fyri Guði! 3Tí høgur er Harrin, øgiligur, ein veldigur kongur yvir allari jørð. 4Hann fólkasløg leggur undir okkum, tjóðir hann kúgar okkum undir fót. 5Hann okkum velur arvalut váran, dýrdargrip Jákups, sum hann elskar. Sela. 6Upp fór Guð undir gleðirópum, Harrin undir ljóði av lúðrum. 7Syngið fyri Guði, syngið! Syngið fyri kongi várum, syngið! 8Tí kongur yvir øllum heimi er Guð, syngið hátíðarsong! 9Kongur yvir øllum fólkum er Guð, á sín heilaga kongastól Guð seg hevur sett. 10Fólkanna høvdingar ganga saman í felag við tí fólki, sum stendur undir Ábrahams Guði. Tí allir skildir á jørð hoyra Guði til, hann hátt hevjaður er!

Currently Selected:

Sálmarnir 47: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in