Sálmarnir 46
46
1Til songmeistarans; av Kora sonum, til alamot; ein sálmur. 2Guð er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur. 3Tí óttast vit ei, um so jørðin verður umskift, um so fjøllini ryðja í havdýpið oman, 4um so havaldan sjóðar og brýtur, og bergið í ódnini skelvur. Harrin er við okkum, herskaranna Guð, Jákups Guð er vár fasta borg. Sela. 5Ein á og hennar løkir gleða Guðs stað, hin heilaga stað, har hin hægsti hevur búgv. 6Guð er í miðjum staði, so hann ikki skal vikast, tá ið lýsir av morgni, veitir Guð honum hjálp. 7Fólkini leikaðu í, ríkini góvu seg, rødd hansara ljóðaði, jørðin gekk kyk. 8Harrin er við okkum, herskaranna Guð, Jákups Guð er vár fasta borg. Sela. 9Komið og síggið stórverk Harrans, tær undurgerðir, hann innir á jørð! 10Hann fær kríggið at halda í, so langt jørðin gongur, bogan hann brýtur, hann ørvarnar støkkir av, skildirnar kolar hann upp! 11«Latið av og sannið, at eg eri Guð, hátt hevjaður fólkanna millum, hátt hevjaður á jørð!» 12Harrin er við okkum, herskaranna Guð, Jákups Guð er vár fasta borg. Sela.
Currently Selected:
Sálmarnir 46: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society