YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 45

45
1Til songmeistarans; til liljurnar; av Kora sonum; ein maskil; ein songur um kærleika. 2Hjarta mítt flýtur av yndisorðum; fyri konginum eg kvæði mítt flyti fram, tunga mín er sum fjøður hjá snarhentum skrivara.
3Fagrastur ert tú av mannabørnum, yndi streymar um varrar tínar! Tí hevur Guð um ævir teg signað. 4Gyrð teg, kappi, við tínum svørði um lendar, við hátign tíni og dýrd! 5Og far út í stórlæti tínum, stíg á hervagn tín fyri sannleiks og rættferðar sakir! Og øgilig stórverk skal høgra hond tín teg læra. 6Ørvar tínar hvestar eru, fólkasløg tær til fóta falla, kongsins fíggindum hjartað bilar. 7Um allar ævir skal stólur tín standa, rættvísisstavur er tín kongastavur! 8Rætt tú elskar, og órætt tú hatar; tí hevur Guð, tín Guð, teg salvað við gleðismyrsli fram um felagar tínar! 9Av myrru og aloe og kassia anga øll klæði tíni. Frá fílabeinshøllum gleða teg streingjaleikir. 10Kongadøtur eru millum kostir tínar. Kongabrúðurin stendur við tína høgru hond, skrýdd í gulli frá Ofir.
11Lýð á, dóttir, og gev mær ljóð! Gloym fólk títt og faðirs tíns hús, 12at kongurin má tín vakurleika unna; tí hann er harri tín, honum veri tú holl! 13Og Týrusar dóttir man koma við gávum, og fólksins ríkmenn vilja søkja títt yndi. 14Skreyt er kongadóttirin øll, sum hon er, í perlum og gulli hennar klæði glæsa. 15Í skartabúna hon verður kongi leidd, moyggjar henni fylgja; vinkonur hennar koma til tín, 16verða leiddar við gleði og gleim, inn í kongsins borg tær trína.
17Í stað fedra tína komi synir tínir! Til høvdingar um landið alt tú teir seti. 18Eg vil navn títt minnast ætt eftir ætt, harfyri fólkini munnu tær lova allar ævir!

Currently Selected:

Sálmarnir 45: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in