Sálmarnir 44
44
1Til songmeistarans; av Kora sonum; ein maskil. 2Guð, við várum oyrum vit hava tað hoyrt, várir fedrar hava okkum frá tí sagt, frá tí verki, tú gjørdi á døgum teirra, 3í fornum tíðum. Við tíni hond tú sleitst heiðin fólk burtur, og teir plantaði tú, tú oyddi út tjóðir, og teir lætst tú nørast. 4Tí ikki við sínum svørði teir landið vunnu, teirra armar ikki góvu teimum sigur; men høgra hond tín tað var og armur tín, og andlits tíns ljós, tí til teirra tú yndi hevði. 5Eina tú ert kongur mín, o Guð, ið sendir út frelsu fyri Jákup. 6Við tíni hjálp vit várar fíggindar fella, við tínum navni vit várar mótstøðumenn traðka. 7Tí á boga mín eg ikki líti, svørð mítt ikki gevur mær sigur. 8Men tað er tú, ið hjálpir okkum móti fíggindum várum, ið ger hatarar várar til skammar. 9Vit prísa tær, Guð, tann heila dag, tínum navni vit lova allar ævir! Sela. 10Og tó tú hevur rikið okkum burtur við skommum, ikki tú fylgir út við herum várum. 11Undan fíggindanum tú letur okkum víkja, várir hatarar herfong sær savna. 12Tú letur okkum verða tiknar sum seyð í skurð, millum heiðin fólk tú hevur spjatt okkum sundur. 13Tú hevur selt títt fólk fyri gávuvirði, ikki tú hevur sett tað høgt í mæti. 14Tú gert okkum til háð fyri gronnum várum, til spott og spæ fyri teimum, sum íkring okkum búgva. 15Tú gert okkum til eitt orðtak heidninganna millum, tey rista høvdið at okkum fólkanna millum. 16Allan dagin er mín skomm mær fyri eygum, eg blúgvist og má fjala mítt andlit 17fyri røddini av spottarum og hádingsmonnum, fyri sjóndini av fíggindum og øvundarmonnum. 18Alt hetta er okkum hent, tó at vit ikki hava teg gloymt og ikki hava tín sáttmála svikið. 19Várt hjartað hevur ei vikið tær frá, vár spor hava ei slept tínum vegi. 20Og tó hevur tú okkum sundrað, har sjákálar búgva, og á okkum deyðans skuggar breitt. 21Um vit Guðs navn høvdu gloymt og rætt hendurnar fram móti fremmandum gudi, 22mundi Guð tá ei fingið tílíkt uppspurt, hann loyndómar hjartans jú kennir. 23Nei, fyri tínar sakir vit á hvørjum degi verða dripnir, verða mettir javnt við seyð til skurðar. 24Vakna! Hví svevur tú, Harri? Vak upp! Koyr okkum ei burtur med alla! 25Hví fjalir tú andlit títt og gloymir neyð vára og trongd? 26Vár sál er boygd til moldar, vár kroppur er nívdur til jarðar! 27Statt upp og kom okkum til hjálpar! Loys okkum fyri miskunn tína!
Currently Selected:
Sálmarnir 44: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society