YouVersion Logo
Search Icon

Sálmarnir 43

43
1Guð, veit mær rætt, og stríð tú fyri sak míni móti miskunnarleysum fólki! Svikræðis og órættar monnum tú bjarga mær frá! 2Tí tú ert verndar mínar Guð, hví hevur tú koyrt meg burtur? Hví skal eg sorgarklæddur ganga, av fíggindum kúgaður? 3Send ljós títt og sannleika tín, lat tey vísa mær leið, lat tey meg leiða at tínum heilaga fjalli og til bústað tín, 4so eg má sleppa fram at Guðs altari, til Guð, ið er fagnaður mín og gleði mín, og tær lovprísa við hørpuljóði, o Guð, mín Guð.
5Hví ert tú, sál mín, stúrin og bylgist so stórum í mær? Bíða eftir Guði, tí aftur enn skal eg honum lova, ásjónar frelsu mínar og mínum Guði!

Currently Selected:

Sálmarnir 43: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in