Sálmarnir 42
42
1Til songmeistarans; ein maskil; av Kora sonum.
2Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Guð! 3Sál mín tystir eftir Guði, eftir tí livandi Guði. Nær skal eg koma og skoða Guðs ásjón? 4Mín grátur er vorðin føði mín um dagar og nætur, tí at teir allan dagin við meg siga: «Hvar er Guð tín?» 5Tá ið eg hugsi um tað, má eg oysa út mína sál av sorg, hvussu eg gekk í mannatrongd á ferðum til Guðs hús við gleði og fagnaðarsongi, við miklum hátíðarrómi. 6Hví ert tú, sál mín, stúrin og bylgist so stórum í mær? Bíða eftir Guði, tí aftur enn skal eg honum lova, ásjónar frelsu mínar og mínum Guði.
7Mín sál er stúrin, mín Guð, tí kemur mær teg í huga burturi frá Jórdans landi og Hermon, frá Mizars fjalli. 8Vatnflóð rópar til vatnflóð við duni av fossum tínum. Allir tínir sjógvar og aldur bróta inn yvir meg. 9Á degi sendir Harrin miskunn sína, á nátt er hans songur hjá mær, ein bøn til lívs míns Guðs. 10Við Guð, mín klett, eg má siga: «Hví hevur tú meg gloymt? Hví skal eg sorgarklæddur ganga, av fíggindum kúgaður?» 11Sum eitur í beinum mínum er háðin av fíggindum mínum, tá teir allan dagin við meg siga: «Hvar er Guð tín?» 12Hví ert tú, sál mín, stúrin og bylgist so stórum í mær? Bíða eftir Guði, tí aftur enn skal eg honum lova, ásjónar frelsu mínar og mínum Guði.
Currently Selected:
Sálmarnir 42: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society